Hundrað føroyskir ungdómar til Íslands

Í sambandi við at Reykjavík verður evropiskur mentanarbýur ár 2000, verður skipað fyri stórari ungdómsstevnu har í juni ár 2000

Í sambandi við at Reykjavík verður evropiskur mentanarbýur ár 2000, verður skipað fyri stórari ungdómsstyevnu, sum verður í Reykjavík 21. - 28. juni ár 2000.

Ætlanin er, at umleið 4000 ungdómar í aldrinum 14 - 30 ár úr øllum norðurlondunum skulu luttaka á stevnuni.


Á skránni verður m. a.:


? sjónleikur, dansur , sangur o. a.


? ein dagur í Reykjavík, eftir egnari skrá


? vera við at seta trø niður

ítróttardagur, har øll kunnu luttaka


Føroya Ungdómsráð hevur átikið sær at standa fyri føroysku luttøkuni á ungdómsstevnuni »Kultur & Ungom«, sog er ætlanin at millum 50 og 150 ungdómar úr Føroyum skulu verða við.