14. Kvørnin er nú komin í sølubúðirnar. Hesaferð eru 68 síður við áhugaverdum greinum og myndum.
Úr innihaldinum kann verða nevnt, at Hans Marius Hentze skrivar um hundastríðið í Skopun í 1921-22 og um tá ið Emden fórst vestan fyri Skopun í 1924.
Ólavur Clementsen skrivar ættarsøguna um húsini undir Brekkuni, í Koytu og undir Skarði á Sandi, meðan Palli Dalsgaard greiðir frá, hvussu tað var at vera óviti í Skálvík undir krígnum.
Í tíðarritinum endurgevur Ólavur Clementsen eina samrøðu, hann hevur gjørt um ferðina, tá ið sandingar lógu veðurfastir í Hvassanevi vestanfyri á Sandoynni.
Sum altíð eru nógvar forvitnisligar myndir, sum siga sína serligu søgu.
Tað er Sands Fornminnafelag, sum gevur Kvørnina út.
Nr. 1, 2 og 3 av Kvørnini hava leingi verið útseld, men eru tær nú endurprentaðar.