Hundarnir gera munin

Leygardagin vóru nólsoyingar á fjalli í Heimaru Helvt, har tvær tær seinastu av trimum gongum vórðu riknar í rætt. Hundarnir eiga í dag meginpartin av rakstrinum, og í mun til fyrr, eru tað nú menninir, sum ganga fyri hjá hundunum

Heimara Helvt er størsti av trimum hagum í Nólsoy. Oyggin er luta í 48 merkur, sum er eitt óvanliga stórt markatal í mun til støddina av oynni. Hetta kemst av, at oyggin er rík av fugli og var eisini fyrr mett sum gott rekapláss, eins og fleiri látur eru runt oynna.
Borðan er minsti hagaparturin og ber 12 merkur. Miðan ella Junkarshagi ber 14 merkur, meðan Heimara Helvt ber 22 merkur.
Ikki bert í markatali er Heimara Helvt størst, hon ber eisini lutfalsliga fleiri áseyðir enn hinir báðir hagapartarnir. Meðan Borðan vanliga tekur 7-8 upp á mørkina, og Junkarshagin tekur 8-9, so taka teir vanliga einar 12 seyðir upp á mørkina í Heimaru Helvt.
Ymsu fjøllini í Heimaru Helvt verða eisini gingin yvir tveir dagar. Vanliga verður farið á Urðina, teir rópa, ein dag, meðan teir reka Dalarnar og vestari síðu ein annan dag. Leygardagin var tað so vestara síða og Dalarnar, ið riknir vórðu.
Partur av manningini fer niðan á oynna, rekur seyðin suður móti markinum og so oman av. Annar partur av av fjallmanningini rekur so seyðin undan sær suður á Tjørnunes og heldur honum til har, inntil menninir koma oman av oynni við seyðinum haðani. So verður alt rikið saman heim móti bøgarðinum, har nýggja rættin hjá Heimaru Helvt er bygd fyri fáum árum síðani.

Konubrot
Farið varð frá húsum klokkan átta, men sum so ofta dregur nakað út, áðrenn hildið verður á oynna. Rutan passar eisini soleiðis, at Ternan fer av Havnini klokkan 7.55 og er tí í Nólsoy klokkan 8.20. Nakrir av fjallmonnunum komu við Ternuni, so klokkan leið væl at hálvgum níggju, áðrenn lagt var til brots.
Tað gekst kortini sra væl at reka, og um 11-tíðina vóru vit á rættini við fyrru gongu. So var at fáa sær ein góðan drekkamunn, sum konur og avvarðandi at fjallmonnunum komum við út á rætt. Tað er altíð hugnalig løta, og tosað verður um, hvussu raksturin gekk, og hvussu seyðurin sær út.
Eftir drekkamunn og stutta hvíld leggur annar helmingurin av fjallmonnunum til brots suður í Dalar, meðan hin helmingurin er eftir á rættini og klippir seyðinum í fyrru gongu.
Tíðirnar broytast nógv, og farið er knossið, tá menn knúlvaðust á knøum at klippa niðurbundnum seyði. Nú verða ærnar settar í »gapistokk«, og standa tí uppi, meðan klipt verður. Allarhelst klippa tveir mans hvørjari ær, ein á hvørjari síðu.
Hetta gongur skjótt, men á Borðuni eru teir enn meiri framkomnir og nýta eldrivnan saks at klippa við, og tað gongur uppaftur nógv skjótari.
Hendan dagin var ein av fjallmonnunum 20 ára gamla Barbara Andreasen, og fyri hana er fjallgonga als einki nýtt.
- Eg mundi vera um 9 ára aldur, tá eg var á fjalli fyrstu ferð. Mær dámar tað sera væl og eri so at siga altíð við, sigur Barbara Andreasen.
Og hon ikki bara gekk aftan á seyðinum undir rakstri. Hon hjálpti til í rættini, tók bæði lomb og ær og fírdi ikki fyri at klippa eisini.

Hundarnir avgerandi
Tað gekk væl í hond hendan dagin, so tá menn komu á rættina við gonguni suðuri úr Dølum, var mest sum liðugt at klippa fyrru gonguni.
Nú fóru menn so undir at geva medisin og at marka lombini. Tey verða sproytað fyri brásótt og fáa sprænt medisin niður í hálsin fyri orm og tílíkt. Hartil verður stroytt eitt sindur eftir rygginum móti seyðalús.
Annars má sigast, at seyðarakstur hevur broytt seg munandi seinastu fáu árini. Góðir seyðahundar vórðu fyrr roknaðir at vera hundar, sum kláraðu at renna eftir seyðinum og bíta teir, jú verri, jú betri. Hundarnir vóru ofta púra óvandir, og kundi finna upp á at storma inn í gonguna við tí úrsliti, at alt slapp. Og so at manna um aftur.
Í dag eru seyðahundar veruligir seyðahundar. Teir verða vandir næstan dagliga, og summir luttaka entá í altjóða kappingum fyri seyðahundar.
So sigast kann, at fyrr runnu hundarnir fyri hjá monnunum, í dag renna menninir fyri hjá hundunum.
Væl vandir seyðahundar høvdu næstan sum einki klárað at rikið eina heila gongu einsamallir, og tað er bergtakandi at síggja og uppliva menn, sum við einføldum floytum stýra hundunum aftur og fram, upp og niður. Í dag eru tað ikki hundarnir, sum renna seyðin upp í varg, men heldur fjallfólkið.
- Hundarnir hava alt at siga. Eisini tá tú ert í haganum sum røktingarmaður. Áðrenn eg fekk hundarnar, var eg bara har. Eg fekk einki gjørt. Nú fái eg gjørt alt, sigur Rene Hansen, røktingarmaður, sum sjálvur hevur fimm hundar. Hann hevur tó sjáldan fleiri enn tveir við á fjall.

Færri lomb
Torlakk Hansen hevur verið røktingarmaður í Heimaru Helvt í nógv ár. Hann sigur, at harði, strangi og langi veturin setti síni spor hjá seyðinum í vár, men at hann nú er komin nakað fyri seg.
- Nú er vøkstu komin í hagan, og seyðurin byrjar at koma fyri seg. Tó er tað ógvuliga misjavnt, hvussu lombini eru fyri. Fleiri eru stór og prú, meðan onnur er smá og ikki so væl fyri, sigur Torlakk Hansen.
Hann sigur, at lambatalið á Urðini var nøkurlunda, men í hinum báðum gongunum stóð verri til.
- Tá talt var saman vísti tað seg, at tað eru 30 lomb færri í mun til vanlig ár, sigur Torlakk Hansen.
Men sjálvt um raksturin gekk væl, so slapp nakað av seyði, so vónin er, at tá tað líður út á heystið og fjøllini verða gingin og tøkan kemur fyri, at tað so vísir seg ikki at vera heilt av leið kortini.
Dagurin hildnaðist kortini væl, og tá klokkan var farin av fýra, vóru seinastu seyðirnir sleptir úr rættini aftur.