Hundar skulu avlívast av serkønum fólki

Soleiðis kunnu vit tryggja, at tað verður gjørt á ein humanan máta, sigur Nina Brockie, talskvinna hjá Hundaeigarafelag Føroya

Mánakvøldið vóru tveir deyðir hundnar funnir í eini bingju í Norðhavnini. Mikil øsing stóðst av myndunum av hundunum báðum, og hevur tað elvt til eitt ávíst kjak um avlíving av djórum.

 

Les eisini Deyðir hundar tveittur í opna bingju www.in.fo/news-detail/news/deydir-hundar-tveittur-i-opna-bingju/

 

Les eisini Onkur má reagera! www.in.fo/news-detail/news/onkur-ma-reagera/

 

Løgreglan í Klaksvík sigur, at av serligum orsøkum var eigarin av hundunum noyddur at biðja ein royndan mann hjálpa sær við at drepa teir og beina teir burtur. Og sostatt visti eigarin ikki av, at hundarnir lógu í bingjuni á hendan hátt, fyrr enn skrivað var um hetta á in.fo í gjárkvøldið.

 

Les eisini Ein ógvuliga óheppin hending http://www.in.fo/news-detail/news/ein-ogvuliga-oheppin-hending/

 

Løgreglan vísir tó á, at talan er ikki um nakað lógarbrot, men at tað er óheppið, at hundarnir ikki vóru í posum ella líknandi, tá teir vóru tveittir í bingjurnar.

 

Rás 2 prátaði við Ninu Brockie, talskvinna í Hundaeigarafelagið Føroya.

 

- Tað skal vera lógarkrav at hundar verða avlívaðir hjá serkønum fólki, sigur hon. Nina Brockie heldur, at avlívan av hundum og øðrum keli- og húsdjórum átti at verið latið í hendurnar á royndum fólki, fyri at tryggja, at tað verður gjørt á ein góðan, humanan máta.

 

Annars heldur hon, at lógin er afturútsigld, tí okkara forhold til okkara djór er so nógv annarleiðis í dag enn fyrr.

 

- Hetta hevði verið ein risa gøla, um hetta hendi í útlandinum, sigur Nina Brockie.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.