Hundar kappast á altjóða støði

- Eg eri vaksin upp við áhuga fyri seyði og seyðahundum. Og nú gleði eg meg bara at sleppa við til hundakappingina leygardagin, sigur Ronnie Samuelsen úr Klaksvík

Viðareiði: Ronnie er kendur frá mongum fótbóltsdystum við EB/Streymi.

Síðani hann legði fótbóltsskógvarnar á hillina, hevur eitt annað áhugamál stungið seg upp av álvara: Seyðahundar.

Hetta hevur hann ikki av ongum, tí í barnaheimi hansara í Haldórsvík var seyðahald eitt evni, ið nógv varð tosað um.

- Pápi mín hevði nógvan seyð, og soleiðis fekk eg eisini henda áhugan, greiðir hann frá.

Týsdagin hittu vit hann norðuri á Viðareiði, har hann vandi hund sín, til ta stóru kappingina, sum verður í morgin.

Hetta verður triðja ferðin at hann er við í hesi kappingini á Viðareiði.

- Tað er altíð spennandi at kappast ímóti hinum. Her sær ein hvat ein hevur vant, og ein hevur haraftrat nakað at venja fram ímóti.

- So eg gleði meg til leygardagin, greiðir Ronnie Samuelsen frá. Sjálvur brúkar hann mest hundarnar sjálvur og sum eitt amboð, tá hann er á fjalli.


Tað sosiala

Luttøkan við tær undanfarnu kappingarnar hevur verið góð.

Hesaferð kann væntast, at áhugin verður væl størri. Hetta kemst av tveimum spenandi orsøkum:

Í fyrsta lagi fer ein hunda-serfrøðingur úr Skotlandi at døma í kappingini. Talan er um Bobby Dalziel, sum hevur vunnið sær bæði heiður og nógvar virðislønir í kappingum í heimlandi sínum.

Í øðrum lagi stendur vinnaranum av kappingini í boði at luttaka í eini altjóða kapping fyri seyðahundar, sum verður hildin í Fraklandi í summar.

Júst hesi bæði tingini heldur Ronnie hava stóran týdning fyri kappingina. Hetta fer uttan iva at gera sítt til, at støðið fer at hækka og at menn og kvinnur fara at gera sær størri ómak at venja hundar sínar.

Nú er jú ikki nóg mikið at fáa eina góða plasering í Føroyum, tí møguleiki verður hereftir at kappast ímóti seyðahundum á altjóða støði.

- Fyri meg hevur tað ikki so nógv at siga, hvørja plasering eg fái í kappingini. Eg eri við av áhuga og fyri tann sosiala partin, sigur Ronnie Samuelsen.