Hundar á festivali

Amerikanarar hava fetivalar og ráðstevnur fyri tað mesta, sum fólk kunnu koma í tankar um. Nú um dagarnar varð ein djórafestivalur hildin í New Smyrna Beach, og har vóru nógv uppsnollað djór at síggja. Millum annað teir báðir hundarnir á myndini. Baby sæst vinstru megin, og mamma hansara, BoBo, er høgrumegin, og teir báðir hundarnir hugnaðu sær óført til tann 16. djórafestivalin.