Í svørtutalvu í Nólsoy er komin upp at hanga ein kunngerð um skráseting av kettum í Nólsoy.
Í kunnugerðini verður víst til viðtøkur á grannastevnu í Nólsoy, 7. mars í ár, og her verður aftur víst til lóg fyri Føroyar um grannastevnu.
Á grannastevnuni í Nólsoy varð samtykt, at allar leystgangandi kettur í bygdini skulu verða klippmerktar, geldar og bera hálsband við navni eigarans.
Eisini skulu allar kettur í Nólsoy verða skrásettar hjá Tórshavnar kommunu, og her skal viðmerkjast slag, litur og onnur sereyðkenni á kettuni. Tað áliggur eigaranum at boða frá hesum.
Í viðtøkunum verður lagt aftrat, at forboð verður sett kettum, sum ikki eru skrásettar, at ganga leysar í Nólsoy. Hvørt húski hevur loyvi til at hava eina leystgangandi kettu.
Undantøk verða kortini givin teimum, sum í dag hava tvær ella fleiri kettur, men so hvørt, sum ketturnar doyggja, skal í mesta lagi ein ketta verða eftir.
Brot á hesar reglur kunnu føra til, at kettur verða avlívaðar.
Tað er sýslumaðurin fyri Streymoyar sýslu, Finnbogi Midjord, sum stendur aftan fyri lýstu kunngerðina.
Tveir mans eru settir at syrgja fyri, at lógin verður hildin. Hesir eru Ivan Holm og Beinir Poulsen, sum báðir búgva í Nólsoy.
Ivan Holm sigur í stuttari viðmerking í dag, at hann hevur einki hoyrt aftur um hansara leiklut sum eftirlitsmaður, men væntar at frætta, sum tíðin gongur.
Hin eftiransarin, Beinir Poulsen, visti í dag at siga, at eitt fólk í Nólsoy higartil hevur vent sær til hansara um at fáa sína kettu skrásetta sambært viðtøkuni á grannastevnuni og lýstu kunngerðini.
Í øllum førum kann staðfestast, at tað í komandi tíðum verður eitt reint hundalív at vera ketta í Nólsoy.