Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Vit flyta okkum nakrar mánaðar fram og eru nú komin fram at várinum 1910. Amundsen hevði fingid loyvi at nýta kenda rannsóknarskipið ?Fram?, sum var kent um allan heim. Fyrsta ferðin hjá hesum skipinum var við Fritjof Nansen, har roynt var at reka móti Norðpólinum. Næsta ferðin var hjá Otto Svendrup, sum kannaði ein stóran part at norðasta partinum av Ameriku. Tridja og seinasta ferðin hjá ?Fram? var ferðin til Suðurpólin. Hon var ikki tann størsta sjóferðin hjá ?Fram? onnur skip høvdu siglt teinin frammanundan. Men umborð á ?Fram? vóru menn, sum skrivaðu íshavssøgu, men sum altíð fara at verða tiknir fram, tá tosad verður um hvussu menniskjan tók seg fram og at enda stóð á pólum jarðarinnan.
At gera ?Fram? til gekk eftir ætlan og tann 23. april 1910 var arbeiðið liðugt. Uttan nakað hóvasták varð norska flaggið vundið á stong um . Siðan sigldi skipið frá Horten og til Kristiania. Her lá tað allan mai fyri akker uttan fyri festningin á Akershus. Útgerð varð tikin umborð. Tað sum teir høvdu bruk fyri mátti takast inn í Kristiania. Higani og heilt suður til Hvalvikina í Antarktis var ongin havn, har teir kundu taka útgerð og framvegis halda ferðina loyniliga.
Enn visti ongin, at Amundsen hevði avgjørt fyrst at fara á Suðurpólin, áðrenn ?Fram? helt leiðina fram norður gjøgnum Kyrrahavið, út í Íshavið, har ætlanin var at reka móti Norðpólinum. At ongin visti, er ikki heilt rætt. Bróður Amundsen, Leon, sum var reiðarin heima, varð kunnaður og eisini skiparin á ?Fram?
Loyniligt
Tridja juni 1910 sigldi ?Fram? út eftir Bundefjørðinum og kastaði akker beint uttanfyri heimið hjá Amundsen. Her skuldu teir taka smáttuna umborð, smáttuna, sum ein av pólfarunum Stubberup og bróðir hans høvdu smiðað, sum eini lykla klár hús. Smáttan stóð uppi í havanum hjá Amundsen og ongin grunaði nakað ilt. Heldur ikki tíðindafólk. Amundsen hevði greitt frá, at smáttan skuldi setast upp á einum stórum ísflaka og úr henni skuldu teir gera kanningar. Smáttan vigaði nógv og ikki allir av manningini hildu tað vera ráðiligt at seta hana upp á einum ísflaka. Helmer Hansen, ein av pólfarunum skrivaði í dagbókini, at ein av manningini, Nielsen, hevði úttala, ?at ongin makt í verðini skuldi fáa hann at sova á einum ísflaka í hasi smáttuni.? Tó meira varð ikki fregnast um smáttuna. Ongin grunaði, at norðmenn vóru á veg móti Suðurpólinum, tá ?Fram? loysti tann beint eftir midnátt, tann 7. juni og stillisliga sigldi ut eftir Oslofjørðinum. Hinumegin fjørðin á Polhøgda sat Nansen einsamallur og eygleiddi sítt gamla far í summarnáttini. Sjálvur hevði hann ætlað sær á Suðurpólin. Tá ið hann saman við Hjalmar Johansen lá vetur á eini oydnari oyggj í Frantz Josefs Land, eystanfyri Svalbard, hevði hann lagt ætlanir um at fara á Suðurpólin. Hóast teir slett ikki vistu av hvørjum øðrum í hesum máli, Nansen og Amundsen, so minti teirra ætlan nógv um hvørja aðra. Nansen var, aftaná ferðina tvørtur um Grønland, sannførdur um, at Suðurpólurin skuldi røkkast av norðmonnum á skíð og við hjálp av grønlendskum hundum. Tað var júst hetta Amundsen ætlaði. Men Nansen var nú ov gamal til nýggjar stórferðir og hann hevði latið skipið til ein yngri mann, sum skuldi reka móti Norðpólinum. Nansen, sum var dyggasti stuðulin hjá Amundsen visti einki um, at hesin nú stevndi móti Suðurpólinum. Nansen greiddi soninum frá seinni, at júst hendan løtan var tann allar svárasta í hansara lívi.
Royndartúr
Amundsen setti ikki beinanvegin kós suðureftir. Hann var var ein sera dugnaligur leiðari og hann var ein varin maður. Tað var heilt óhugsandi hjá honum at stevna suður í oyðuna, áðrenn hann hevði roynt skip og útgerð. Hann sigldi ein heilan mánað kring í Norðuratlantshavi, helst hevur hann verið nærhendis Føroyum eisini. Alment, so kannaði hann havdýpið fyri Nansen, men endamálið við ferðini var at royna ?Fram? tad vísir dagbókin.
10 juli 1910 legði ?Fram at bryggju í Bergen og Amundsen fór beina leið til Kristianiu. Gamli figgidin vitjaði aftur, nevniliga peningatrotið. Honum tøvaði framvegis 150.000 krónur, tað var nógvur peningur tá og illa gekk. Men hjálpin kom eina heilt aðrastaðni frá. Ein norðmaður, sum fyri nógvum árum síðan var fluttur til Agentina og varð vorðin ríkmaður, góðseigari, hevði hoyrt um trupulleikarnar hjá Amundsen. Hann beyð seg til at stuðla í tí trúgv, at ?Fram? skuldi reka í Norðuríshavi. Maðurin var kallaður Don Pedro og hesin fekk sera stóran týdning fyri Suðurpólsferðina. Hann bjóðaði seg at rinda útreiðslurnar fyri olju og proviant og aðra útgerð, tá teir komu til Bounos Aires í Argentina.
Hundalív
Danski kolonibestýrarin, Daugaard-Jensen, hevði gjørt sær stóran ómak at fáa góðar hundar til Amundsen. Beint eftir, at hann og Amundsen høvdu tosað saman í Keypmannahavn, í september árið fyri, so hevði hann sent boð til Grønlands, at teir skuldu savna saman eitt ávist tað av hundum, ið vóru millum tvey og trý ára gamlir á teimum grønlendsku handilsstatiónunum Egedesminde, Godhavn og Jacobshavn. Tá hann so um várið kom aftur til Grønlands, so vildi hann velja burtur úr flokkinum. Daugaard-Jensen var vanur at ferðast á hudasletu og var eisini ein góður hundakuskur og kendi tí grønlendska hundin.. Hann bjóði 10 krónur fyri tíkar og 12 fyri hundar. Hetta var tvífalt vanliga prísin. Men so vildi hann eisini bara hava góðar hundar.. Betri kundi tað ikki gerast.
Danir vóru beinasamir móti Amundsen og teir fluttu hundarnar ókeypis til Kristiansand. Hundarnir vóru fyrstu tíðina á eini oyggj uttanfyri Kristiansand, ein oyggj, sum Amundsen hevið lánt. Fyrrverandi kokkurin á ?Gjøa? Adolf Lindstrøm var komin heilt úr Alaska fyri at ansa eftir hundunum. Hann skuldi eisini verða kokkur umborð á fram og á Suðurpólinum. Hassel ansaði eisini eftir hundunum. Hann hevði verið við Otto Svendrup við ?Fram?, á stóru ferðini í Norðurkanada. Nú hevði hann fingið trygt starv hjá tollarunum í Noregi. Ikki var lætt at fáa hann við. Hann óttaðist fyri pensiónini. Men hann játtaði at ansa eftir hundunum, til teir komu til San Francisco. Hann visti einki um, at teir skuldu á Suðurpólin. Hassel var ein sera dugnaligur hundakuskur og Amundsen hevði longu avgjørt, at hann skuldi vera annar av hundakuskunum, hann skuldi hava við á Suðurpólin. Hin var Helmer Hansen, sum hevði fylgt Amundsen so trúliga við ?Gjøu?. Hann var eisini ein sera dugnaligur kuskur og dugdi væl at fara við hundunum.
Á oynni uttanfyri Kristiansand høvdu hundarnir góðar dagar. Teir ótu seg stívar av rossakjøti, svóvu, sólaður sær, elskaðu, svumu og bardust fyri lívinum. Eftir at hava styrkt seg i tríggjar vikur vórðu hundarnir fluttir umboðr á ?Fram? og hetta var tað seinasta sum varð gjørdi áðrenn fráferðina. Dagurin var tann 9. august. Tað tók tríggjar tímar at fáa hundarnar umboðr og tað gekk ikki friðaliga fyri seg
?Ein deilig kensla at loysa og stevna máti málinum,? skrivaði Amundsen í dagbókina.. ?Stilli og klárt. Heitt sum tað bara kann vera ein heitan summardag....?
Klokkan hálvgum níggju um kvøldið var tann seinasti hundurin hálaður umborð og akkerið drigið. Fyri at vera heilt vísur í , at alt skuldi ganga friðaliga fyri seg, hevði Amundsen ikki boðað frá nær teir loystu.
Stormur í Ermasundi
?Fram? var bygd sum ein balja og hon rullaði sera illa. Teir fingu ódnarveður á seg í Ermasundi og tað tók teimum 10 dagar at sigla igjøgnum. Endiliga gekk hann upp í norðan og teir fingur góðan byr so stevndu út í stóra Atlantshavið. Amundsen kendi seg lættan um hjarta, nú var hann langt burtur frá teim grommu kreditorunum. Men lagið umnorð var eitt sindur ivasamt. Allir høvdu varðhugan av, at okkurt var áfatt, men ongin visti rættuliga. Í veruleikanum so vóru allir lumpaðir. Teir høvdu játtað seg til eina ferð í Norðuríshavi, nú vóru teir á veg móti Suðurpólinum og ongin visti av tí.
Leiðin gekk móti Madeira. Amundsen sat í kahyttini og skrivaði bræv til Fritjof Nansen. Hetta var ikki lætt. Hann hevið fingið nógvan stuðul frá Fritjof Nansen, fyri at ferðin skuldi koma í lag. Nansen var høgt í metum i Noregi og hann kundi fáa mangt í gjøgnum. Amundsen kendi, at hann hevði lumpad Nansen og tað dámdi honum ikki.
Hann greiddi í brævinum Nansen frá, at tá hann hoyrdi, at Dr. Cook og Peary høvdu verið á Norðpólinum, so kendi hann, at hansara ætlaða ferð í Norðuríshavinum var í vanda. Hann hevði ongantíð ætlað at gevast á hondum. Men hann var noyddur at gera okkurt, sum kundi vekja áhugan hjá almenninginum. Annars fekk hann ikki pening til sína stóru ætlan fyri norðan. Einasta staðið, sum var áhugaverð nú var Suðurpólurin og hann hevði longu tikið avgerð um at fara hagar, tá ið hann hoyrdi um, at menn høvdu staðið á Norðpólinum. Men ferðin til Suðurpólin skuldi bara vera ein avstingari. Hann ætlaði saman við átta monnum at fara á landi í Antarktis og síðan skuldi ?Fram? gera dýbdarmátingar í Suðuratlantshavi, menðan teir tóku pólin. Tá teir vóru afturkomnir til smáttuna í Hvalvíkini, skuldi skipið avheintað teir og síðan skuldi tann upprunaliga ferðin takast upp aftur.
Brævið skuldi sendast, tá teir komu til Madeira.
Tá teir vóru komnir til Madeira og høvdu ligið har nakrar dagar og umvalt motorin, kallaði Amundsen manningina saman. Nú var tann stóra løtan komin, har hann ætlaði at fortelja monnum sínum sína ætlan. Deyðatøgn var umborð, meðan Amundsen sáttliga greiddi frá síni ætlan. Hann greiddi út í æsir hvussu ?Fram? skuldi sigla móti Hvalvíkini við Ross Barrier í Rosshavinum. Har skuldi níggju manns setast av og teir skuldi seta kós móti Suðurpólinum. Teir skuldu liggja vetur í Anktarktis og tilbúgva ferðina.
Amundsen stendur langur og myndugur og greiður monnum sínum frá. Hetta er tíðliga um heystið 1910. Várið nærkast á syðru hálvu. Amundsen hevur ætlanir um at standa á sjálvum Suðurpólinum nakað fyri jól árið eftir og einaferð tíðliga í 1912 skal ?Fram? koma aftur eftir teimum.
Hetta er ein stórsligin ætlan. Av Suðurpólinum skulu teir norðureftir Íshavið og har skulu teir reka í samfull sjey ár. Amundsen hevði halgað sítt lív til køldu oyðuna.
Manning sat kvirr og lurtaði. Siðan blivu teir ein og ein spurdir um teir tóku undir við ætlanini. Um ikki, so kundu teir fara heim aftur beinanvegin við postbátinum av Madeira.
Allir tóku undir við ætlanini. Tað lætti í, misstemmningur hevði verið umborð, nú var hann horvin. Teir høvdu eitt spennandi mál fyri framan og teir ætlaðu sær at vinna.
Fyrsta reaktiónin kom frá kenda skíðrennaranum Bjåland, sum Amundsen hevði tikið við, júst tí hann var so frammalaga á skíð.
?Gott, og vit skulu eisini vinna.? segði Bjaaland.
Nú fingu allir úr at gera, brøv vóru skrivaði og allar ætlanir vórðu broyttat. Amundsen og hansara menn vóru á veg til Norðpólin um Suðurpólin. Ein veldig kanningarferð, tann størsta nakrantíð.