Í næstum fer Sunda kommuna undir eitt átak, soleiðis at borgararnir ikki longur verða plágaðir av leysgangandi djórum so sum hundum, gásum og øðrum djórum. Umstøðurnar hjá leysgangandi djórum verða nú munandi skerdar í Sunda kommunu.
Hetta hendir eftir at fólk í kommununi í fleiri førum vent sær til kommununa og kært seg um hetta sama, tí tey hava trupulleikar við leysgangandi hundum, gásum og øðrum djórum.
Kommunan hevur tí tikið støðu til at fara í hernað ímóti leysgangandi hundunum, og hava gjørt eina avtalu við fútan um upptøku av slíkum djórum, eins vanligt er í øðrum kommunum.
- Komið er nú somikið ávegis við hesum ætlanum, at ein loysn kann væntast nú í vár, verður sagt úr Sunda kommunu.
Kommunan hevur í fyrstu syftu gjørt avtalu um eitt ansingarstað, har djórini verða tikin í varðveitslu, og har aktingarfólk tekur sær av teimum.
Mannagongdin verður annars hon, at borgarar kunnu boða løgregluni frá leysgangandi djórum, tá tey eru til ampa. Løgreglan gevur síðani boðini víðari til aktingarmannin, ið fer á staðið og tekur djórini í varðveitslu.
Eftir hetta vendir løgreglan sær til ánaran, um djór hava fyrisett spjaldur. Um ánarin ikki innan trý samdøgur hevur heintað djórið og goldið tey gjøld, ið standast av upptøkuni, verður djórið avhendað ella avlívað.