Hundalív í Klaksvík

Seinastu tíðina hava bæði Ansni og løgreglan í Klaksvík fingið nógvar fráboðanir um leysgangandi hundar, sum hava verið til ampa fyri fólk. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum skilst, og í farnu viku var eitt starvslið í Klaksvík og tók hundar

Klaksvík:
Fimm leysgangandi hundar vórðu tiknir upp í býnum í síðstu viku og koyrdir í hundabráhaldið. Hartil vóru eisini hundar, sum tað ikki eydnaðist Ansni at fáa fatur á.
Eisini gjørdi starvsliðið frá Ansni nakað av fyribyrgjandi arbeiði, har tey millum annað góvu hundaeigarunum, sum lótu teirra hundar ganga leysir við húsini, boð um at halda hundin innan fyri hegn ella í bandi.
Men hetta bøtti ikki so nógv um støðuna, sum kanska ynskiligt hevði verið, tí mánadagin var starvsliðið aftur úti, og tá tóku tey aftur fýra hundar. Umframt at ein hundur varð tikin inn í vikuskiftinum.
Í tíðindaskrivi frá Ansni verður sagt, at fólk, ið hava trupulleikar av hundum, kunnu venda sær til Politistøðina í Klaksvík tlf. 455348 ella til Ansni tlf. 505050.
Fólk, ið ivast um teirra burturblivni hundur er upptikin, kunnu venda sær til Politistøðina í Klaksvík, har møgulig útflýggjan av hundinum eisini verður gjørd.