Hundalív í Havnargøtum

Vikuskiftið, sum fór, var alt annað enn eitt av teimum friðarligu í Havn

Líka frá hósdegnum til sunnumorgunin var politiið óteljandi ferðir úti eftir avdotnum fólkum og illum fólkum, og fleiri ferðir var sjúkrabilur boðsendur, tí full fólk vóru dottin.
Leygarkvøldið og sunnunáttina bar av, tí tá var DJ Show í høllini á Hálsi.
Fleiri ferðir varð ringt eftir politinum, tí blaðung fólk, gentur og dreingir vóru avdotin, og summi vóru ill í sær. Nøkur fóru á skaðastovuna og so aftur í høllina at skapa ófrið.
Í onkrum føri tá ein var farin á skaðastovuna, møttu onnur ungfólk har at gera ófrið, og politiið noyddist at koma til hjálpar.
Eisini býnum var óskil av fólkum á vertshúsum og á gøtuni.
Tíðindi um óskilið koma út um landamarkið, tí júst hetta vikuskiftið var danska sjónvarpsstøðina TV2 í Føroyum og lýsti býarlívið. Har var nóg mikið at gera upptøkur av, men brúkast skulu í mesta lagi átta minuttir til sendingina Station2.