Hundaeigarar í Havn fáa nú enn eitt stað at lufta og spæla við hundunum, tí í morgin letur hundatrøð upp í Óðinshædd í Havn.
– Trøðin er í frílendisætlanini fyri Boðanes - Hoydalar frá 2013 sett av til hundaøki. At hundaeigarar nú fáa eina trøð í býnum fer at verja náttúru, fuglalív og margfeldi í økinum, tí leysir hundar hava mangan verið at sæð fram við Hoydalsá og har um leiðir til ampa fyri fjølbroytta djóralívið í Niðastu Hoydølum, sigur Tórshavnar kommuna.
Økið er stikað inni, og Hjálpirót skal nú í holt við at gera gøtir á trøðni, men avgerð er tikin um at lata hundatrøðna upp, áðrenn gøturnar eru lidnar, tí at tørvurin á hundaøki er so stórur, sigur kommunan.
##med2##