Hundaóskil á Ternuryggi

Tað eru ikki øll, sum góðtaka politiviðtøkuna fyri Tórshavnar kommunu, sum m. a. sigur, at hundar ikki hava loyvi at ganga leysir.

 

Ein maður ringdi nú um dagarnar til Sosialin, tí hann visti ikki, hvat hann skuldi gera við tað hundaóskil, sum valdar á Ternuryggi í Havn.

Maðurin, sum hevur havt summarhús í gamla kolonihavanum á Ternuryggi í Havn í fleiri enn 30 ár, sigur, at hann øtast yvir hesar leysu hundarnar.

? Eg havi sjálvur havt hundar, eisini sjefarhundar, í fleiri ár, so eg kenni eitt sindur til tað. Men hesir hundar, sum ganga leysir á Ternuryggi, kunnu ikki hava tað gott, so illir teir eru í sær, sigur hann.

Hann greiðir frá, at hann mátti bakka undan teimum hendan dagin, fyri ikki at verða álopin.

? Eg tori ikki at hugsa tankan, um børn skuldu komið fyri hesar óðu hundarnar, sigur maðurin, sum hevur boðað politinum frá tilburðinum.

? Eg gjørdi teimum greitt, at eg nú havi fingið nokk, og at eg taki byrsu við næstu ferð og skjóti, sigur hann.

Men tað hevur hann ikki loyvi til, hevur hann fingið at vita av politistøðini í Havn. Tað eru bara seyðamenn og bóndur, sum hava loyvi at skjóta leysar hundar.

Løgreglan boðar í slíkum førum hundafangarnum frá óskilinum.