At brodera er tað heilt stóra hjá ungum kvinnum í grannalondunum. Men myndirnar skulu lagast til nútíðina, og framyvir verður tað soleiðis ikki eitt ommusligt ”Gud signi heimið” ella ”Home sweet home”, sum hongur omanfyri hurðini í forstovuni. Nei, í dag skriva tey “Homo sweet Homo” ella “I used to be indecisive (óavgjørd), now I’m not sure” . Mynstur og tilfar fæst á www.fuldesign.se, har tey eisini hava eina rúgvu av øðrum mynstrum, klár at taka niður av netinum.
Maria Johansson er eisini í tí humoristiska horninum, tá ið hon heklar grýtulappar, har tað stendur til dømis “Fuck the diet” ella “Øh ... bestill pizza”. ?Keyp teir á www.cosas.se.










