Hummer H3 við last

General Motors hava gjørt íløgur upp á umleið 380 milliónir krónur í enn eina útgávu av Hummer á bilverksmiðjuni í Shreveport í Louisiana.

Talan er um Hummer H3T, ið er ein pickup útgáva av Hummer H3, sum kemur á marknaðin eftir summarferiuna 2008. Bilurin verður gjørdur á somu verksmiðju sum Chevrolet Colorado og GMC Canyon.