Týska landsliðsstjørnan, Mats Hummels er kortini á veg til Manchester United komandi kappingarár.
Sambært enska blaðnum, Daily Mirror, sum ger nógv burturúr søgum um spælaraflytingar, so skal Mats Hummels, verjuspælari á týska landsliðnum hava sagt sínum liðfeløgum á týska landsliðnum, at hann fer til Manchester United komandi kappingarár. Annars boðaði Mats Hummels frá á Twitter fyri stuttum, at hann ikki fór til Manchester United, so tað er skjótt hvønn vegin.
Sambært sama blaði ætlar høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal eisini at styrkja um miðvøllin. Van Gaal ætlar at United skal keypa niðurlendska miðvallaran, Kevin Strootman frá italska felagnum AS Roma.
Eitt annað enskt blað, Daily Express vil eisini verða við, at Louis van Gaal ætlar eisini, at Manchester United skal tryggja sær danska miðverjan, Simon Kjær til komandi kappingarár.