Tølini søgdu, at heimaliðið var trivaligur favorittur, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í góðveðrinum tíðliga seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Og fyrstu løtuna bendi einki á, at tað ikki fór at enda soleiðis, sum støðutalvan legði upp til, at tað fór at gera.
NSÍ var á odda 2-0, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Málskjúttar vóru Áron Høj og Jógvan Højgaard. Hetta er fyrsta árið hjá 19 ára gamla Ároni Høj í næstbestu deildini, og málið, sum hann skoraði í dag, var tað fyrsta yvirhøvur í næstbestu deidini. Tveir minuttir eftir 2-0 málið svaraði EB/Streymur aftur. Málskjútti var 17 ára gamli Jákup Hummeland. Hetta var fjórða málið hjá honum í 1. deild í ár.
Bill Jacobsen er venjari, og í dag vóru allir teir fyrstu ellivu føddir í 2000 ella seinni enn so. Millum teir var Pætur Turiðarson Skipanes, sum seinstu ferðirnar hevur verið á besta liðnum.
Jan C. Dam er venjari hjá EB/Streymi. Á liðnum í dag vóru nakrir ungir menn og so onkrir eldri. Maðurin við mest royndum var 36 ára gamli Hans Pauli Samuelsen, sum vísti, at hann framvegis er snillingur við bóltinum og góðum eyga fyri spælinum. Beinanvegin eftir steðgin varð Andras Ó. Olsen, sum leingi hevur verið darvaður av knæskaða, skiftur inn í miðverjuna.
Tvey mál vórðu skorað í seinna hálvleiki, og tey skoraðu tveir Hummeland. Eitt korter undan leikloki javnaði liðformaðurin Høgni Hummeland til 2-2, og fimm minuttir undan leikloki skoraði Jákup Hummeland aftur, og so vann EB/Streymur 3-2.
NSÍ var undan hesum umfarinum á øðrum plássi við 11 stigum. EB/Streymur hevur nú sjey stig og flytur av áttanda plássi.
Um eina viku fær EB/Streymur vitjan av B71, og NSÍ skal til Havnar at spæla ímóti HB.











