Kári Thomsen
-----
Ólíka fyri lógini - kann í stórsta mun sigast um tað viðferð humaravinnan á Árnafirði hevur verið fyri. Skilt er at kært hevur verið til Vinnukærunevndina og til Løgtingsins umboðsmann, har hvørgin av hesum stovnum kundu geva viðhald í kæruni at verða tvungin at flyta av hummaraøkinum. Nýtsla av diflubenzuron til lúsaviðgerð oyðir hummara langt burturi frá aliøkinum - heilt út í 1 kilometur frástøðu. Hetta er staðfest í Noreg, og má roknast við at Heilsufrøðiliga Starvsstovan veit um hetta, og at slíkt tí ikki kann heimilast sambært Umhvørvirlíogini, kapitul 5 fyri serstakt dálkandi virksemi, afturat at løgtingslógin um aling av fiski ikki loyvir aling um hon stríðir ímóti løgtingslógini um náttúrufriðing. Alilógin sigur eisini greitt, at áhugamálini í økinum (Árnafjørður) skulu avvigast í mun til:
1) tørvin hjá umsøkjaranum
2) møguliga nýtslu av økinum til annað alivirksemi
3) aðra nýtslu av økinum
4) verndaráhugamál annars smb.§11 um náttúrurufriðing, fornminni o.a.
Tá tað er staðfest at hummaraveiði ikki kann fremjast har aling er innan fyri ein kilometur, kann Bakkarfrost - sæmbært lógini um aling av fiski - heilt greitt ikki fáa loyvi at flyta sítt virksemið, soleiðis sum nú er gjørt. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur enntá referansu til norskar royndir av slíkum. Og víðari lúkur hummaraveiðan øll krøv til burðardygt virksemið, og tað ger alivinnan tvørturimóti á ongan hátt.
Hummaravinnan á Árnafirði eigur at biða Vinnukærunevndina og Løgtingsins Umboðsmann at viðgera kæruna av nýggjum, tá greiðar upplýsingar frá Noreg vísa, at hummaraveiða ikki kann fara fram har aling er, og at hetta heilt greitt ikki er í samsvar við ásetingar í lógini um aling av fiski. Eitt burðardygt virksemið er frammaundan á Árnafirði, og tí kann eitt annað virksemið, ið enntá ikki er burðardygt, dálkar umhvørvið illa, og er beinleiðis oyðandi fyri tað virksemið, ið er á staðnum, ikki fáa ein framíhjárætt. Tað sigur eitt hvørt vanligt vit og skil - og eiga hummaramenninir á Árnafirði tí ein greiðan frámíhjárætt at hava sítt virksemið á fjørðinum. Varð rætt atborðið, fekk Bakkafrost boð at avrigga sítt virksemið á Árnafirði, tá tað er skaðiligt fyri hummaraveiðuna og annars alt lívfrøðiliga margfeldið á fjørðinum.