Hull tapti í steypakappingini

Julian Johnsson og liðfelagar hansara taptu dystin móti Huddersfield í semifinaluni í LDV Vans Trophy steypakappingini, sum er fyri lið í teimum lægru deildunum. Sagt verður út Onglandi, at Hull hevði nógv fleiri málmøguleikar enn mótstøðuliðið

Venjarin Brian Little hevði valt at seta Julian Johnsson á beinkin til dystin móti Huddersfield týskvøldið. Julian var við frá byrjan í seinasta landskappingardysti, tá liðið tapti heili 3-0 móti Kidderminster.
Hetta var semifinalan í LDV Vans Trophy steypakappingini, og tað eru liðini í lægru deildunum, ið taka lut í hesi steypakappingini. Hetta er triðja steypakappingin, sum Hull City luttekur í.
Huddersfield spælir í eini deild hægri enn Hull, og tí var Huddersfield favorittur at vinna dystin og harvið sæti í finaluni, ið verður spæld á Millennium Stadium í Cardiff. Hesin leikvøllur tekur eini 80.000 áskoðarar.

Hull fleiri møguleikar
Í Hull eru tey ógvuliga vónbrotin um tapið týskvøldið. Hull hevði nógv fleiri málmøguleikar enn Huddersfield, og tað var tí ein beiskur biti at svølgja.
Julian varð settur inn eftir 68 minuttir, men hann fekk tó ikki vent gongdini.
Stórar partar av dystinum var Hull við yvirlutan, men hóast teir skaptu nógv fleiri málmøguleikar, fingu teir einki mál.
Andy Booth var hetjan hjá Huddersfield. Hann fekk einasta málið eftir 38 minuttir, eftir at málverjin bara hevði hálvbjargað einum skoti, sum datt fyri føturnar á áleyparanum.