Julian Johnsson hevur síðani 1. juli verið sáttmálabundin at Hull Citu í triðbestu ensku deildini, og enn hevur føroyski landsliðsleikarin ikki roynt at tapt við nýggja liði sínum. Heldur ikki hóast fleiri venjingardystir hava verið móti liðum, sum er stødd ovarligari enn Hull.
Um vikuskifti spældi Hull málleysan javnleik á heimavølli, men hóast tað altíð er got at halda málið reint, so eru tey í Hull ikki heilt nøgd við úrslitið. Sigrar skulu til, um ætlaða uppflytingin skal gerast veruleiki, men enn hevur talan bert verið um ein sigur.
Framvegis eru tó nógvir dystir eftir at spæla, so Hull hevur allar møguleikar at vinna seg longu upp eftir á stigatalvuni.