Hull misti

Ongland

 

Í Onglandi gekst einki serligt hjá Julian og teimum í Hull City um vikuskiftið.

Teir spældu á útivølli móti Scunthorpe, og úrslitið gjørdist, at Hull tapti dystin 2-1.

Eftir ein tíma fekk Hull mann riknan av vølli fyri eina ógvusliga takling, har leikarin hjá heimaliðnum breyt beinið. Støðan var tá longu 2-0, men fimm minuttir eftirat liðið varð skert, minkaði Hull um munin, tó at hetta munaði lítið, tá samanum kom.

Hull er nú á fjórða plássinum í ensku triðju deild. Tvey stig eru upp til annað-plássið, sum ber beinleiðis uppflytan við sær.