Hull longdi dystarskránna hjá Arsenal

Hull City tryggjaði sær ein "Replay" ímóti Arsenal í FA Cup kappingini, aftaná javnleik 0-0

 

Høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger er ikki serliga blíður um "replays" í FA Cup kappingini, men tað var júst lagnan hann og hansara menn fingu á Emirates leikvøllinum í Lpndon í dag.

 

Arsenal megnaði bert javnleik 0-0 ímóti Hull City, og tað merkir, at longu strævna dystarskráin hjá Arsenal verður longd enn meiri, tí nú skulu liðini spæla ein "replay" á KC leikvøllinum, sum er heimavøllurin hjá Hull City, sum spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Eldin Jakupovic í Hull City málinum átti sín stóra lut í, at Arsenal ikki vann dystin dystin í dag. Eldin Jakupovic hevði nakrar fantombjargingar, tá Danny Welbeck, Joel Campell o.a. høvdu risamálmøguleikar at avgera dystin fyri Arsenal.

 

Arsenal hevur strævna dystarskrá við dystum í Premier League og Champions League, og nú eisini ein "replay" í FA Cup steypakappingini.