Hugvekjandi bók um jødatýningina

Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur givið út bókina, ZVI ? Undranarverd bjarging undan jødatýningini, eftir amerikanska bíbliulæraran og trúboðaran Elwood McQuaid. Rodmundur í Liða hevur umsett bókina úr enskum

Bókin er um Zvi, sum 10 ára gamal bleiv skildur frá foreldrum og systkjum sínum og noyddur at lívbjarga sær gjøgnum ræðuleikarnar undir jødajagstran Hitlers.

Høvundurin av bókini, Elwood McQuaid, sigur í eftirskriftini til bókina:

"Tá ið eg á fyrsta sinni tók pennin í hond at festa søguna um Zvi á blað fyri mongum árum síðani, byrjaðu vit í Póllandi við einum ráðaleysum 10 ára gomlum dreingi, ið var komin fastur í ta grummu skrúvustikku Hitlers, har endamálið var at beina fyri øllum jødum, eisini Zvi. Saman hava vit spent fylgt við, hvussu lívið hevur lagað seg gjøgnum 58 undranarverd ár hjá hesum framúrskarandi manni Guds.
Fyrstu ferð, síðani hann var barn undir jødatýningini, fór
Zvi í 1997 aftur at vitja barnaheim sítt í Varsjava. Heim hansara
var einasta hús í gøtuni, ið stóð eftir frá seinna veraldarbardaga.
At síggja hann fara inn í heimið, har hann átti so
mong minni, var ein sera huggrípandi sjón. So hvørt, sum
hann gekk gjøgnum rúmini og gongirnar, mintist hann, hvar
hann hevði etið, sovið og spælt við systur og brøður sínar.
Túsundtals fólk hava verið í ferðalag við honum í tí virðislønta
sjónbandsfilminum: ZVI: The Return".

Rodmundur í Liða, ið hevur umsett bókina úr enskum, sigur í formælinum: "Ævisøga Zvi verður enn ein varði, eitt prógv um jødatýningina, hesum bládýpi av ómenniskjansligum hatri, óndskapi, líðingum og drápi, sum oyddi 6 milliónir jødar. Ævisøgan lýsir tað undurfulla, sum kann spyrjast burtur úr ágangi lívsins. Zvi slapp undan við lívinum, meðan foreldur og trý systkin fórust undir ræðuleikunum. Leiting hansara eftir fólki og heimlandi sínum, arbeiði, hjartafriði, frelsu og trúarvissu kemur so væl til sjóndar í ævisøguni.
Zvi kom undan við lívinum og leitaði til fedralandið Ísrael, har hann fann Jesus sum sín frelsara og Messias".
Bøkur og rit eftir Elwood McQuaid hava í eina fjórðingsøld verið stórliga virðismett og fagnað í mongum londum. Hann er serkønur í týðandi viðurskiftum og áhugamálum í sambandi við Ísrael og Miðeystur.

Bókin er 350 blaðsíður og fæst í bókahandlunum kring landið.