- Hetta árið hevur ikki verið sum vit ætlaðu. Vit hava dømt væl og tað fáa vit svart upp á hvítt eftir hvørja altjóða uppgávu, men vit eru niðurraðfestir og fáa minni og minni uppgávur, greiðir Andreas F. Hansen frá.
Hann vísur millum annað á, at tað er komin ein nýggjur altjóða dómara ásetari til altjóða dómarauppgávurnar og hann hevur ikki eins stórt álit á føroyska dómaraparinum. Eisini er tað ein trupulleiki, at Føroyar eru so lítlar í hondbóltshøpi.
- Føroyskur hondbóltur er lítil í altjóða høpi og vit gera eisini lítið um okkum við eitt nú landsliðshondbólti. Tí blívut tað torført at sleppa framat, greiðir Andreas F. Hansen frá.
Andreas F. Hansen er vónbrotin um gongdina hetta seinasta árið.
- Ja, eg eri vónbrotin av gongdini, tí vit hava dømt væl, sigur Andreas F. Hansen, sum tó sannlíkt verður at finna í føroysku hondbóltsverðini, men ikki sum dómari.










