Aftaná dystin millum AB og ÍF á Argjum fekk Sportalurin/Rás2 orðið á Sorin Anghel hjá AB, og match-vinnaran hjá ÍF, Høgna Madsen.
Sorin var í døpurhuga, aftaná at hava upplivað enn ein dyst við AB, har liðið hevði nóg mikið av málmøguleikum til ein sigur. Sorin ivast tó ikki í, at fær AB tann fyrsta sigurin, so fer tað at gleppa hjá AB.
Høgni Madsen kundi fegnast um eitt gott frísparksmál og fulla úrtøku hjá ÍF. Høgni kundi eisini fegnast um, at uppskriftin hjá venjaranum, Alberti Ellefsen um heldur at koma á odda, enn at innheinta eina stóra leiðslu eydnaðist í dag.
Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátið við Sorin Anghel og Høgna Madsen.