Hugtakandi svensk-føroyskir tónar

Bólkurin Stjärnbilderna er í hesum døgum í Føroyum á konsertferð, sum byrjaði í Nólsoy í gjár og endar hósdagin í Vestmanna Tey mundu vera mong, sum forsømdu seg góða dagin í gjár, tá tónleikabólkurin Stjärnbilderna hevði konsert á Kunningarstovuni í Nólsoy.

Tað fall so óheppið á, at tað júst var jarðarferð og ervi, tá konsertin var, og tí vóru tað óvanliga fá fólk til konsertina. Men hon gjørdist ikki verri av tí.

Tey fimm ungu fólkini, harímillum føroyska Edith Dahl Jakobsen, framførdu alt frá Johnny Cash til Eivør Pálsdóttir. Fleiri svensk løg sjálvandi, bæði traditionell eins væl og egin løg.

Edith Dahl Jakobsen kenna tey flestu helst frá høvuðsleiklutinum í songleikinum Fame, sum næmingar á studentaskúlanum framførdu fyri tveimum árum síðani. Hini fýra eru svensk.

Tann eini limurin, Gabriella Duraffourd, er hálv fronsk, og hon framførdi eitt lag á fronskum, sum sjálv forsetafrúan hevur gjørt. Eitt ógvuliga hugtakandi lag.

Tey fimm eru øll sera dugnalig, bæði tá tað kemur til ljóðføri eins væl og sang. Framførslurnar fataðu um bæði ein-, tvey- og fleirræddaðar sangir, og alt varð framført professionelt og vælklingandi. Bara harmiligt, at ikki fleiri fólk kundu hoyra hesa frálíku framførslu.

Men aðrir føroyingar fáa hendan møguleikan, tí í gjárkvøldið hevði bólkurin konsert í Virkishúsinum í Klaksvík, í dag í skúlanum í Porkeri, mikudagin í Posthúskjallaranum í Havn og endað verður í ungdómshúsinum Staðið í Vestmana hósdagin. Tey fimm ganga á vísulinjuni á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki.