UMMÆLI
Dávur Winther
Monica Staus – formaður í konsertfelaginum, sum er ættað úr Sweits, beyð vælkomin vegna konsertfelagið.Við eitt varð tú settur í autentiska leiklutin undir krígnum; tá ið hon greiddi frá hvussu lívsleiðin hjá foreldrum hennara broyttist vegna seinna heimsbardaga. Tað, sum tey høvdu sett sær fyri at læra, bar ikki til vegna kríggið. Pápin ætlaði at læra til lærara og mamman at lesa tónleik. So bleiv ikki, og lívsleiðin bleiv ein onnur.
Stykkið, sum vit skuldu leggja oyru og eygu til, var skrivað í ringast hugsandi skørum í eini fangalegu undir krígnum. Tó var stykkið lívsjáttandi við gleði og vón, har fuglar eisini høvdu sín leiklut. Stykkið greiddi frá óhugnaligum dreymum, men tó eisini ljósum vónum hjá tónaskaldinu.
Stykkið er skriva við støði í 10. kapitli í Jóhannesar Opinberingini og hugleiddi eisini yvir: “Í fyrstuni var Orðið og orðið var hjá Guði” – og at alt fer aftur til Guðs.
Tónleikurin er útsettur sum ein kvartett fyri violin, klaver, cello og klarinet – átta fittir satsir. Ein lítlan tíma vardi konsertin.
Konsertin gjørdist ein serlig uppliving av frálíku myndunum, sum Frits Johannesen hevði gjørt. Ein til hvønn satsin. Summar av myndunum í góða, gamla, kenda sniðinum hjá Fritsi, sum er glaðar og lívsjáttandi. Tó var onkur annarleiðis nýggj, so sum tann eina myndin við einum “teldutøkum eingli”, bygdur upp við printplátum. Kanska onkur av tíðarinnar eingulum hevur eitt microchips? Hóast djarvt so ein viðkomandi og skemtilig anakronisma, sum tann tíðarleysi Frits kann finna uppá.
Spurdur hví Frits hevði valt hetta myndevnið, greiddi hann frá, at hann einaferð eftir høgu fjøllunum í norðoyggjum hevði funnið eina printplátu. Hann helt hon kundi stava frá einum samskiftistóli ella veðurballón. Hugarákið um hvønn hon mundi hava samskift við so høgt upp undir himmalhvolvinum, hevði fylgt honum.
Printplátan kundi so eisini vera samskiftisliðið millum hyggjaran og myndina – Millum myndina og tann andaliga heimin, ið Messiaen eisini var bundin at, og sum var hansara bjarging.
Borgarstjórin Sigurð Simonsen, handaði Frits blómur eftir konsertina. Hann var so hugtikin av konsertini, sum var so væl borin uppi av frálíku myndunum hjá Frits, at hann hevði ikki orð fyri tí.
Helt tað vera løgið, at í eini “lítlari holu” langt norði í Atlantarhavinum sótu vit eitt slíkt kvøld og upplivdu nakað heilt serligt av eini konsertuppliving í heimsflokki. At henda lítla bygdin við tí frálíka Mentanarhúsinum og tí sjálvsama dreinginum Norðuri á Bakka: Frits, kundi tykjast so rík og so stór vegna hetta frálíka samanspælið, fegnaðist hann almikið um.
Og sjálvandi var Mentanarhúsið fullsett og øll samd um, at tað var heppið, at Frits og Jóannes Andreasen so hissini fullu í prát um hetta tónleikaverkið og eisini fingu í lag at borðreiða tað so hegnisliga og annarleiðis fyri okkum.
Sjálvsama konsertin við tí serligu søguni og tí hugtakandi myndaframsýningini verður endurtikin í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. januar 2009 kl 15.30.
Tónleikurin er fyri violin, klarinett, sello og klaver. Dugnaligir og royndir tónleikarar, ið føra fram:
Amerikanski klarinettleikarin Lee Morgan er soloklarinettleikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn.
Pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava.
Okkara egnu Øssur Bæk á violin virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen, sum undirvísir í føroysku musikkskúlaskipanini og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi.
Olivier Messiaen føddur í Avigon í Suðurfrankaríki 10. des. 1908 – andaðist 27. apríl 1992. Trúgvandi katolikkur
Eitt av mætastu og mest nýskapandi tónaskaldum í 20. øld – urguleikari av Guðs náði