Hugskotið flytir yvir í Sjóvinnuhúsið

Tórshavnar Býráð samtykti í gjár at leingja verkætlanina Nýskapanarhúsið Hugskotið til 1. apríl 2018.

Í visiónini fyri Tórshavnar kommunu, okkara høvuðsstaður - virkin og vakin, stendur, at kommunan ynskir at geva íverksetarum góðar umstøður.

 

31. oktobur 2013 samtykti býráðið at seta á stovn Nýskapanarhúsið Hugskotið. Jónhild Rasmussen varð sett í starv sum leiðari 1. apríl 2014, og í august 2014 fluttu fyrstu íverksetararnir inn í Hugskotið, ið er í Niels Winthers gøtu í miðbýnum í Havn.

 

Síðani húsið lat upp, hava 110 íverksetarar og fyritøkur verið á gátt og fingið ráðgeving. 22 verkætlanir eru vorðnar til veruleika, meðan 33 aðrar eru enn í gongd. Í dag hava 8 íverksetarar innivist í Hugskotinum.

 

Á býráðsfundinum var avgjørt, at leingja verkætlanina til 1. apríl 2018, samstudnis sum Býráðið avgjørdi at flyta Hugskotið yvir í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju.