Framtíð Føroya
Sosialurin hevur tosað við Heidi Petersen, løgtingskvinnu og framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í fiskivinnumálum, um ætlaninar hjá landsstýrinum at gera eina "Strategi fyri framtíð Føroya", sum landsstýrið kallar tað. Saman við Torbirni Jacobsen, løgtingsmanni, er hon eisini framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í vinnumálum.
Andstøðan ikki við
Løgtingskvinnan heldur, at hugskotið hjá landsstýrinum er bæði gott og neyðugt, men hon heldur, at andstøðan avgjørt átti at verið tikin upp á ráð, tá ið ein so langsiktað og týdningarmikil ætlan fyri Føroyar skal setast út í kortið.
- Sambært landsstýrinum er málið at gera eina virkisætlan, har málið er, at Føroyar í ár 2015 skulu teljast millum heimsins fremstu tjóðir.
Heidi vísir á, at henni kunnugt er andstøðan ikki tikin við í hetta arbeiði hjá landsstýrinum, og sum framsøgufólk á tingi í fiskivinnumálum og vinnumálum er hon ikki boðsend til teir evnisdagar, sum landsstýrið hevur skipað fyri í samband við hetta arbeiði.
- Eg havi bara hoyrt løgmann í útvarpinum tosað um hesa ætlan. Havi roynt at finna fram til tilfar sum lýsir ætlanina, men tað hevur ikki eydnast. Jú, eg haldi, at tað er ógvuliga óheppið, at vit í andstøðuni ikki eru við, tá ið langtíðarstrategiir fyri Føroyar skulu setast út í kortið.
Hon vísir á, at tað er ikki vist, at samgongan, sum nú situr við landsins leiðslu, verður sitandi ? heilt fram til 2015.
- Tað kunnu vit ikki rokna við, og tí hevði eg hildið tað verið rætt av landsstýrinum at havt allar partar við í hesum arbeiði, soleiðis at vit kundu komið við okkara positiva íkasti.
Alheimsgerðin
Heidi Petersen ynskir eisini at gera viðmerkingar til nøkur av ítøkiligu evnunum, sum landsstýrið hevur havt til viðgerðar á evnisdøgunum, sum verið hava ? og teimum, sum sambært ætlanini liggja fyri framman.
- Fyrstu evnisdagarnir høvdu yvirskriftina, "Alheimsgerð - møguleiki og hóttan", og eg haldi, at hetta er eitt ógvuliga áhugavert og viðkomandi evni at taka upp.
Um yvirskriftina til næsta umfar í evnisdøgunum, "Eitt framtíðar oljuvinnusamfelag og útjaðarapolitikkur", heldur hon, at sjálvandi skal oljuvinnusamfelagið takast við, men hon dugir ikki rættiliga at síggja, hví hetta málið verður tengt at útjaðarapolitikkinum.
- Hetta haldi eg virkar eitt sindur óveruligt, sigur hon.
Vælferð og búskapur
Løgtingskvinnan heldur, at evnið, "Vælferðin og búskapur", sjálvsagt eisini er eitt áhugavert evni, men hon vildi fegin fingið at vita á hvørjum økjum, landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu teljast millum heimsins fremstu tjóðir um 10 ár.
- Er málið at verða fremst innan vinnulív, tøkni, á bústaðarøkinum ella sum heild. Tað hava vit einki hoyrt um, sigur hon.
Heidi heldur, at málið hjá landsstýrinum sjálvsagt eigur at vera, at Føroyar teljast millum fremstu tjóðir á øllum økjum ? og uppi í hesum partinum er vælferðin og búskapurin sjálvsagt ein týðandi og náttúrligur partur.
- Fjórða evnið fevnir um "Viðurskifti okkara við ES, og her heldur løgtingskvinnan, at vit heilt vist eiga at taka henda táttin upp beinanvegin, soleiðis at okkara marknaðaratgongd til ES verður lættari og betri.
Hon vísir á, at Tjóðveldisflokkurin er ímóti ES-limaskapi, men neyðugt verður at fáa eina betri handilsavtalu upp á pláss ? eina avtalu, sum vinnulívið kann liva við.
- Eg haldi, at hetta málið má loysast beinanvegin, tí okkara vinnulív kann slett ikki liva við støðuni, soleiðis sum hon er í dag.
Gransking og útbúgving
- Tað, sum eg serliga sakni í yvirskriftunum hjá landsstýrinum til evnisdagarnar, er, at har stendur einki og gransking og útbúgving.
Heidi sigur, at hon sær gransking og útbúgving sum eina fyritreyt fyri, at vit skulu kunna lyfta samfelagið frameftir.
- Eg haldi, at vit mugu seta meira pening av til vinnugransking, eins og neyðugt verður at hækka útbúgvingarstøðið í Føroyum.
Hon vísir á, at skerdu játtaninar til vinnugransking, sum sitandi landsstýrið hevur framt, samsvara eftir hennara tykki ikki við ætlanir landsstýrisins um at menna føroysku tjóðina.
- Sitandi samgonga hevur gjørt tvær fíggjarlógir, og í báðum førum hava teir skert granskingina, og haraftrat er KT-útbúgvingin tikin frá Fróðskaparsetrinum, tí fíggjarvánir ikki vóru til at halda fram.
Hon heldur, at henda tilvildin ikki kann halda fram ? um vit vilja framá.
- Tað er nevniliga granskingin og KT-tøknin, sum eru grundarlagið undir einum framkomnum nútíðarsamfelag.
Heidi sigur, at samgongan undan hesari økti játtanina til
gransking, men hon ásannar, at hetta var ikki nóg mikið.
- Nú hevur so sitandi samgonga aftur skert granskingina, og tað haldi eg vera ógvuliga óheppið, leggur hon aftrat.
"Karmar" um vinnuna
Løgtingskvinnan sigur, at vit í Føroyum hava tosað nógv um karmar fyri vinnulívið, men hon heldur, at hetta kjakið er alt ov lítið ítøkiligt.
- Vit hava ongantíð tosað ítøkiliga um, hvørjar karmar vit í veruleikanum ynskja um vinnulívið.
Hon heldur, at tað er neyðugt at skera út í papp, hvørjar kamar vit vilja geva vinnulívinum og síðan virka har eftir.
- Í øðrum londum hava tey vinnuráð og ráðgevingarbólkar, sum ráðgeva myndugleikunum. Eg haldi, at vit mugu optimera tær almennu tænasturnar, sum vit hava til vinnulívið, eitt nú Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Djóralæknatænastuna.
Hon vísir á, at eitt, sum vinnan ofta rennur seg í, er, at Føroyar ikki altíð verða viðurkendar sum myndugleiki.
- Tað er ikki altíð, at keyparalandið viðurkennur stemplið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tey kunnu finna upp á at siga, at Føroyar og Danmark eru eitt land, og vendur vinnan sær til Danmarkar, siga danir, at teir hava einki við føroyskan útflutning at gera.
Heidi heldur ikki, at Djóralæknatænastan hevði nóg góðar umstøður at virka undir, tá ið vit spældu alivinnuna av hondum.
- Eg haldi eisini, at Menningarstovan eigur at fáa betri umstøður, soleiðis at stovnurin í nógv størri mun enn í dag kann verða ein viðspælari hjá vinnulívinum.
Ígongdsetan og flutningur
Heidi Petersen heldur, at vit noyðast at hava nakað av ígongdsetarastuðli í Føroyum, soleiðis at vit í nógv størri mun kunnu fjøltátta um okkara vinnulív og framleiðslu.
- Eitt er marknaðaratgongdin, sum eg nevndi fyrr í samrøðuni, sum alneyðugt er at gera nakað við beinanvegin. Í øðrum lagi mugu vit gera nakað munandi við flutningsskipanina, bæði sjóvegis og loftvegis, soleiðis at møguleikarnir hjá vinnuni verða betraðir.
Hon sigur, at við altjóðagerðini noyðast vit at tora at taka kappingina upp við aðrar.
- Vit noyðast eisini at brynja okkum til at gera íløgur uttanlands. Hetta er eitt mál, sum vit noyðast at seta okkum í felag ? myndugleikar, fíggingarstovnar og privata vinnulívið. Sjálvsagt skulu allir partar ikki taka sær av somu viðurskiftum, men hava eitt ítøkiligt uppgávubýti sum sigur, hvør tekur sær av hvørjum.
Løgtingskvinnan vísir á, at eitt nú okkara grannalond hava tryggjað sær marknaðir uttanlands við at keypa sølufeløg og framleiðsluvirkir niðri á meginlandinum.
Sein á sjófarfallinum
- Eg haldi, at vit í stóran mun eru eftirbátur í framleiðslu av vørum, sum keyparin vil hava ? og vil rinda góðan prís fyri. Vit hava lyndi til ikki at tillaga okkum, fyrr enn vit veruliga noyðast, og tað er spell. Vit áttu heldur at tillaga okkum og umskipa okkum í góðari tíð, sigur Heidi, sum heldur, at støðan hjá føroyskum vinnlívi er hættislig í løtuni.
Hon heldur tó ikki, at føroyingar ikki duga at tillaga seg broyttu umstøðunum, tí tað hava vit altíð duga, men tað er spell, at vit skulu bíða við neyðugu tillagingini, til vinnan er í svárari kreppu.
- Eg haldi, at føroyska vinnulívið er meira stirvið, enn tað hevði verið, um so stórur partur av virkisliðnum ikki var á almennum hondum. Okkum vantar dynamikk í løtuni, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna.