Hugskot um samhaldsfast framhald av Føroya samferðslukervi Tunlar

Ólavur Hátún
----

Nú útbygging av samferðslukervinum í Føroyum í tøkum tíma aftur er havdur á lofti á lokalum fundum, í almennum orðaskifti í fjølmiðlum og brátt eisini er væntandi aftur á tingborð, er tað hjá leikmanni at koma sum ketta úr høvdatrog at taka til teldupennin; men málið hevur eyðsýndan áhuga manna millum og hevur eisini verið havt nógv á orði í okkara heimi.
Í útvarpinum herfyri var orðadráttur millum sunnan- og norðanfólk um fíggingarviðurskiftir í sambandi við tunnilsætlanir. Orðadráttur ber í sær ymsar áskoðanir; men ein hugalig niðurstøða, sum tað at enda varð borið við, var um eina samhaldsfasta gjaldsskipan hvílandi á at kalla øllum bileigaraherðum í landinum. Tí burtursæð frá útoyggjum sum Svínoy, Nólsoy og enn eisini í Sandoynni eru neyvan bilar, sum ikki hava tørv á at koyra gjøgnum tunlar.
Í øðrum londum sleppur bilur valla gjøgnum tunnil uttan tunnilsgjald, og hjá okkum hevði slík samhaldsføst skipan ikki bara verið eitt íkast til verandi fíggingarstøðu og til ætlanir beint fyri framman, men er ein fortreyt fyri, at okkara land samferðsluliga so við og við kann verða útbygt til fulnar.
Tí tú kanst ikki vænta tær stórvegis samfelagsligar hugsjónir frá privatum íleggjarum so sum bankum, tryggingarstovnum o.t., tí teirra natúrliga endamál er at fáa sum mest í egnan kassa, og teir eru tí bert áhugaðir í samferðslutiltøkum, ið bera slikar møguleikar í sær. Landskassin megnar ikki einsamallur at standa við endan til tess innan fyri rímiligt áramál at fullføra til eitt fullgott samferðslukervi, uttan at so mong onnur átrokandi samfelagsmál koma at liggja á láni.

Tvey hugskot hava, mær vitandi, verið um at leggja byrðarnar á bileigarar:
a. At leggja fast tunnilsgjald á allar bilar.
b. At leggja serligt tunnilsgjald sum eykakostnað oman á bensin- og oljugjaldið.

Hvørgin av hesum skipanum við føstum gjaldi hevði verið rættvís, tí mangir eru teir bilar, sum sjaldan eru í nýtslu, meðan aðrir koyra dúgliga, men fara sjaldan gjøgnum tunlar.

Nei, tunnilsgjald, har tú fært fyri tað, sum tú rindar fyri, tað má vera rætta loysnin.

Tunlar í Føroyum í dag: Bilaferðsla um samdøgrið 2009 sambært Landsverk:
Hvannasundstunnilin - Árnfarðatunnilin 1080
Kunoyartunnilin 200 (bert ein meting, onki tal frá LV)
Norðoyatunnilin 2000
Lorvíkstunnilin 2940
Norðskálatunnilin 3622
Kollfarðatunnilin 6300
Leynartunnilin 3400
Vágatunnilin 1600
Sandvikartunnilin 200
Hvalbiartunnilin 750
Hovstunnilin 1380
Sumbiartunnilin 340
Brúgvin um Streym 4200
Tilsamans bilaferðslur um samdøgrið í 2009 26.670
(Tunnlarnir í Kallasoynni eru ikki tiknir við, tí har er onki samband við størri øki)

Rindaði tá í 2009 (seinasta yvirlitið há Landsverk) hvørt akfarið 10 kr. fyri hvørja tunnilsferð hevði upphæddin um samdøgrið verið 266.700 kr. – t. e. 97.345.500 kr. um árið. Dagført til viðurskiftini í dag við øktari bilamongd og ferðslu og við einari útgreinaðari gjaldsskipan, har størri bilar rinda væl meira enn teir smærru, kundi slíkt samhaldsfast gjald sostatt givið av sær meira enn 100 mió krónur um árið sum íkast í ein tunnilsgrunn til nýgerð og viðlíkahald av tunlum í Føroyum – og munandi meira, tá undirsjóvartunnilin Streymoy-Eysturoy er vorðin veruleiki.
Tá ið hugsað verður um, hvat tað kostar at keypa, brúka og røkja bil, er nevnda tunnilsgjald fyri lítið og onki at rokna (bert triðingur av minstagjaldinum hjá vágafólki og norðingum í so mong ár!). Ein lagalig kubbaskipan, eins og nú á vestur- og norðurleið, kann gera mun á kostnaðinum alt eftir ynsktum túratali. Ivaleyst man gjaldsskipanin eisini kunna gerast so smidlig, at t.d. bilar á langferð sleppa ígjøgnum fleiri tunlar við munandi avslátri, umframt møguleikan við ársgjaldi, ið gevur høvi til óavmarkaða tunnilskoyring. Á tunnilsskrivstovuni (Vágatunnulin og Norðoyatunnilin) varð mær sagt, at umsitingin av einari kubbaskipan til allar tunnlar og allar bilar í landinum hevði ikki havt nakran trupulleika við sær.
Við einari samhaldsfastari skipan, sum her er sett leysliga upp, hevði útlitið fyri at kunna fremja eina
fult nøktandi tunnilsætlan í Føroyum verið ólíka bjartari enn tað verandi.

Og hvør er so heildartørvurin?
Við hesum í huga havi eg søkt mær ráð og stuðul frá verkfrøðinginum Heina Olsen, sum í ár so mong var deildarleiðari í vega- og tunlamálum hjá Landsverkfrøðinginum, og sum Mikkjal Helmsdal í 1982 gav boð um leggja eina tunnilsætlan fyri alt landið. Byggjandi á hesa ætlan og tey ynski og hugskot, sum annars hava verið frammi, verður hendan framtíðarætlan her fest á blað:

Suðuroyggin:
Fámjinstunnil uml. 2 km à 35 mió kr + 1 km vegagerð à 12 mió = 82 mió kr
(Góður vegur er úr Fámjin; men á Øraskarði er tiltikið vindhart, og á vetri er mangan vandamikið vegna hálku og kava)
Nýggjur Hvalbiartunnil uml. 2 km à 35 mió kr. = 70 mió kr
(Verandi Hvalbiartunnil er tann elsti í landinum, er á ongan hátt nøktandi til nútíðarkrøv hjá fólki og vinnulívi – ja, er, sum skilst, rættiliga hættisligur eins og tunlarnir Norð um Fjall á Borðoynni).

Undirsjóvartunnil Suðuroy - Sandoy er við sínum trimum milliardum krónum ein ynskilig stórætlan, sum tó ikki verður tikin við hesum viðfangi)

Sandoyggin:
Tunnil til Dals 2 km à 35 mió kr = 70 mió kr
(Vegurin gjøgnum brattlendi til Dals er hættisligur vegna støðug omanlop oman á vegin, ja, vandi kann vera fyri, at sjálvt vegalendi í støðum skríðir undan, um ikki serlig, kostnaðarmikil tiltøk til stuðuls uppundir verða framd, so sum dømir eru um)
Sandoyartunnilin (við møguligum teymi upp í Hest)
Tunnilin uttan teymar uml. 10 km à 60 mió = 600 mió kr
(Hesin tunnil hevur verið nógv frammi í almenna kjakinum, og ongin ivi man vera um, at hann er ein fyritreyt fyri, at Sandoyggin kann lívgjarga sær.
Men hetta ætlaða tunnilssamband suðureftir verður eisini til gagn fyri Suðurstreym, fyri hinar oyggjarnar fyri sunnan, ja, fyri landið sum heild)

Vágar:
Tunnil úr Vágatunlinum og undir Hálsi móti Smyrlagjógv 3 km à 40 mió (120 mió kr) og
vegur oman fyri Sandavág og Miðvág við íbinding í verandi landsveg við Leitisvatn
uml. 5 km à 12 mió (60 mió kr) alt í alt = uml 180 mió kr
( Hendan ætlan , og tað serliga vegurin, er gomul hjá Landsverki og er so mikið meira aktuel, nú flogsambandið við útheimin framhaldandi í áratíggir verður verandi úr Vágum )

Streymoyggin
Tjørnuvíkartunnilin 2,5 km à 35 mió kr = um 88 mió kr
(Regluliga frættist um vandamikil omanlop oman á landsvegin til Tjørnuvíkar)

Eysturoyggin
Stuttir tunnlar um Eiðisskarð og Gjáarskarð tilsamans 2,5 km á 35 mió kr = 90 mió kr
(Ongastaðni í landinum er ferðarsambandið so darvað á vetrartíð sum um hesi nevndu skørð)
Tunnil Hellurnar-Fuglafjørður 2,5 km á 40 mió kr = 100 mió kr
(Oyndfarðavegurin er sera kava - og hálkuvondur, og bæði oyndfirðingar, hellufólk og fuglfirðingar høvdu fingið stórt gagn av slíkum tunli)
Tunnil Kambsdalur - Millum Fjarða 2,5 km á 40 mió kr = 100 mió kr
(Fuglfirðingar hava leingi havt ynski um hesa stytting á suðurleið, og ivaleyst varð slík tunnilsleið eisini til fyrimunar fyri norðingar og fyri Gøturnar og Skipanes, sum støðugt verða órógvað av miklari koyring gjøgnum bygd økir)
Tunnilssamband Suðurstreym-Eysturoy tilsamans einar 12 km á 60 mió kr = 720 mió kr
( Tað hevur almiklan týdning fyri Føroyar sum samfelag, at miðstaðarøkið verður útbygt, og at sambandið millum høvuðsstaðin og størru bygdirnar/býirnar fyri norðan verður styrkt)

Norðoyggjar
Undirsjóvartunnil av Bumshamri í Klaksvík til Syðradals 3,5 km á 50 mio kr = 175 mió kr
(Umframt stóra fyrimunin, sum eisini kallsoyingar høvdu havt av føstum sambandi við almenna samferðslukervið, hevði slíkur tunnil verið til stórt gagn fyri Føroyar sum ferðamannaland)

Nýggjur tunnil Strond-Depil 3 km á 40 mió kr = 120 mió kr
(Átrokandi neyðugur – sí sama um Hvalbiartunnilin)

Viðoyggin
Vega- og tunnilssamband eysturum til Viðareiðis samanlagt 155 mió kr
(Viðareiðisvegurin er helst tann vegur í landinum, har vandin fyri omanlopi er størstur. Tessvegna er almikil tørvur á aðrari farleið til Viðareiðis)

Svínoyggin
Tunnil úr bygdini og Yvir í Havn 2 km 35 mió = 70 mió kr
(Hesin tunnil, sum svíningar áhaldandi hava biðið um, hevði ført við sær høgligari og støðugari ferðarsamband inn á meginøkið, hevði latið upp fyri góðum fiskivinnumøguleikum, ja, er í veruleikanum ein fortreyt fyri, at hendan frá natúrunnar hond lagaligasta oyggin í Norðoyum kann yvirliva sum bústaður)

Undirsjóvartunnil Viðoy - Svínoy 5 km á 50 mió + vegur 4 km á 12 mió kr = uml. 300 mió kr
( Hesin tunnil, sum eisini er partur av teirri heildar tunnilsætlan, sum Heini Olsen vegna Landsverkfrøðingin projekteraði fyri gott og væl tríati árum síðan, kann tykjast utopiskur, men við undirsjóvarsambandi hevði tað tikið bara einar 10 minuttir at koyrt úr Klaksvík, har sera lítið byggilendi er, og út til Svínoyar, ið nú er partur av kommununi, og har tað á eiggiligum slættlendi er bústaðarpláss til heilan bý.
Týdningin av slíkum sambandi eisini fyri ferðarvinnu í Svínoy kunnu tey mongu vátta um, sum á hvørjum ári leita sær út til summarlendið har, so sum Heini eisini tekur tað fram í sínum stuttriti ”Útoyggja-utopi?”*
”Føroyar eru eitt oyggjaland, og tað mugu vit føringar læra at liva við” hevur verið sagt. Hendan útsøgn er ikki longur galdandi, nú meira enn 80% av øllum føringum hava fastan ferðarmøguleika sínamillum. Men ikki er oyggjalandsveruleikin nakar vansi – heldur tvørturímóti. Komin heimaftur á klettarnar einaferð eftir summarsligt uppihald inni á týska meginlandinum varnaðist eg brádliga tann frískleika og ta eggjandi kenslu, sum stendst av, at havið streymar framvið, hvar tú enn ert í landinum, og at hvør av oyggjunum, sum mynda okkara heimland, hevur síni serligu hugvekjandi eyðkennir. Høvi til við einum fullfíggjaðum samferðslukervi til fulnar at kunna uppliva hendan veruleika fer uttan iva - umframt vinnuliga batan - at vera trivnaðarliga stimbrandi og sostatt at gera sítt til, at alt færri fara at finna orsøk til ”at velja Føroyar frá”.