Mistu vit pippið ella tora vit at keypa partabrøv, so føroyingar gera seg galdandi mótvegis útlendingum ella fer meginparturin av krónunum til persónliga nýtslu?
Í umtaluni av Bakkafrost verður funnist at nógva vinningsbýtinum, ið fer av landinum.
Tað verður tosað um politisk átøk fyri, í størri mun, at halda útlendingum uttanfyri.
Men hví ikki ístaðin spyrja, hvussu vit fáa størri føroyskan ognarpart í Bakkafrost og vinnu yvirhøvur?
Í tilgongdini og menningini av Bakkafrost eru møguleikar fyri kapitali. Teir kunnu lána og afturfyri gjalda rentur, og/ella teir kunna bjóða tær og mær og øðrum at keypa part í felagnum og afturfyri gjalda okkum part av yvirskotinum sum vinningsbýti.
Og her er tað at bólkurin, ‘tær og mær og øðrum’, hevur flest útlendingar, og at o.u. 70% av tí sum eg og tú og onnur fingu sum part av yvirskoti, í vinningsbýti – fer av landinum.
Sjálvsagt hevur útlendski kapitalurin/partabrævagjøldini frá útlendingum, gjørt sítt til góðan rakstur og stórt lønar- og partafelagsyvirskot, og tann vegin goldið landinum í skatti.
Spurningur er meira, í viðgerðini av úrslitinum hjá Bakkafrost, hvussu eisini størri partur av partapeningi og yvirskoti kundi verið hjá føroyska fólkinum.
Man tosar um at byggja land – man hetta samhaldsfesti, at eiga føroyskt vinnulív í felag, ikki vera ein týðandi partur, og skal ‘indsatsurin’ ikki verða í tjóðskaparanda, virkisfýsni og í trúgv á vinnuna, heldur enn at tosa um at halda útlendingum uttanfyri?
Helli meira til tann partin – at fáa føroyingar við, heldur enn politisk inntriv, fyri at halda øðrum uttanfyri.
Tá alt hetta er sagt, má eisini havast í huga vandan við at missa partabrævapengar, í fall fyritøkur ikki bera seg, og at føroyingar sjálvsagt eisini, við atliti til hetta, spjaða íløgurnar. Tað vil siga, hava partabrøv í fleiri feløgum og í fleiri londum, sambært góðum íløgusiði.
Ja, opin marknaður, har føroyingar og útlendingar luttaka hvørt um annað við framgongd og vinningi fyri eyga.
Politiska avbjóðingin, í síðsta enda, er at fáa framgongd og skattainntøkur, fyrst og fremst úr føroyskum vinnulívi, og síðani, at pengar hjá føroyingum kasta av sær landsbúskaparliga.
Ella vil fólkið heldur uppsparingina til ferðavinnu og forrætningsmenn í Barcelona, til skíídnað í køldu fjøllum ella til hús, húsvognar, bátar og persónliga nýtslu yvirhøvur?
Tað er so tað.
Hugsjónarligar avbjóðingar!