Tá ræður um at stýra landinum, er tað tí fólkið, sum óskert eigur at velja millum mál og virði. Einans tá tað ikki ber til hjá fólkinum at savnast og taka støðu til mál, og so tá ræður um at fremja samtyktir í verki, eiga umboð fólksins og onnur embæti at taka støðu. Umboðsstýri eigur einans at verða tikið fram um beinleiðis fólkastýri av praktiskum og ikki hugsjónarligum orsøkum.
Vit mugu ásanna, at hóast føroyska samfelagið er lítið, so er tað á mangan hátt eins fjøltáttað sum onnur nógv størri samfeløg við mongum ymiskum áhugamálum í kapping. Hetta hevur við sær, at hóast tinglimir liggja um teir tríati í tali, so avmyndar tingið ikki altíð øll virðini og áhugamálini hjá veljaraskarðanum. Tingfólk skulu umboða so nógv ymisk virði: vinstra-høgra, ríkisfelag-fullveldi, bygd-bý, yngri-eldri, sjóvinnu-landvinnu, norðanfjørðs-sunnanfjørðs, siðbundi-nýmótans og so frameftir. Tí er trupult hjá teimum altíð at vera líka umboðandi; tey kunnu hava boðað frá støðu síni til sumt av hesum, men neyvan alt. Á sama hátt hevur veljarin tikið støðu út frá summum, men ikki øllum av hesum virðistvístøðum.
Føroyar eru eisini lítið land, har stutt er millum fólk og politikarar og skjótt at fáa orð á fólk, og eigur beinleiðis fólkaræði sostatt at hava enn betri fortreytir her á landi enn so manga aðra staðni. Tí verður idealið um beinleiðis fólkaræði upphevjað til eitt ráðandi virði í føroysku stjórnarskipanini, sum skotið upp í fyrra flaggdagsáliti.
Fyrri liður í grein 18 (2) í uppskotinum ljóðar soleiðis: »Íbúgvar landsins eiga rætt at taka støðu til lógir og viðtøkur við fólkaatkvøðu.«
Henda áseting staðfestur rættin hjá borgarunum til við fólkaatkvøðu at taka støðu til samtyktir og lógir. Ásetingin fer ivaleyst at merkja, at tingið fer at kenna skyldu til at leggja mál til fólkaatkvøðu. Hetta kann vera, tá fólkið hevur serligan áhuga fyri málinum, ella tá tingfólk kenna seg lítið umboðandi, sum í málum har ósamsvar kann vera millum veljara og tingumboð.
Onnur áseting, sum eisini staðfestir hugsjónina um beinleiðis fólkaræði, er grein 18 (3), ið ljóðar so: »Eru tingmenn ónøgdir við samtykta tinglóg, kann triðingur av tingmonnum krevja lógina lagda fyri fólkið í síðsta lagi viku eftir, at hon er samtykt.« Henda áseting gevur sostatt triðingi av tingmonnum rætt til at krevja samtykta tinglóg lagda til fólkaatkvøðu innan viku eftir samtyktardagin. Sum greitt nærri frá í seinni riti, er henda áseting týdningarmikið amboð til at verja minnilutan og tí eisini til at elva til samstarv um miðuna á tingi. Kortini er ásetingin samstundis partur av hugsjónini um beinleiðis fólkaræði, og við slíkari áseting verður tað lætt hjá einum minniluta á tingi at krevja mál løgd beinleiðis til fólkið, og kemur meirilutin tí í størri mun enn nú at standa fólkinum beinleiðis til svars.
Væntandi fara summi, ið óttast fólksins óskerdu rødd, at mótmæla slíkari áseting. Men neyvan er vandi fyri, at minniluti av tingmonnum fer at misnýta slíkt amboð og krevja fólkaatkvøðu í tíð og ótíð; tann politiski flokkur, ið roynir at gera sær dælt av slíkum amboði vil skjótt missa virðing og trúvirði millum manna, og tí er væntandi, at javnvág kemur í av sær sjálvum.