Hugsjónarligt kjak

Jóannes Eidesgaard heldur, at løgmansrøðan í stórum mun ber brá av at vera byrjanin til eitt nýtt skeið. Tað er tann liberala hugsjónin, sum nú er avgerandi fyri samgonguna, heldur Jóannes, sum væntar, at teir fara at leggja dent á eitt nú einskiljingar í viðgerðini mánadagin

POLITIKKUR

Mánadagin verður fyrsti regluligi tingfundurin í hesari nýggju tingsetuni. Á dagsskránni verður aðalorðaskifti um løgmansrøðuna á ólavsøku.
?Givið er, at hetta er fyrsta høvið vit fáa til at viðgera samgonguna, sum hon er nú, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann heldur, at løgmansrøðan í stóran mun bar brá av, at hetta var byrjanin til at eitt samgonguskeið.
?Hann setti hol á nøkur ting, samgongan og ætlanirnar sum konsept kundu koma meira til sjóndar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Viðgerðin av løgmansrøðuni roknar formaður Javnaðarfloksins fer at at verða merkt av tí meira hugsjónarliga av teirri somu orsøk, at stungið verður út í kortið í løgmansrøðuni.
?Tað eru nógv ting, ið vit løgdu til merkist og eisini ætla okkum at viðgera, men tað var lítið yvirraskandi við røðuni. Har er ríkiligt hjá Javnaðarflokkinum at taka fat í, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann nevnir eitt nú spurningin um einskiljingar, ið hann roknar við, at teir fara at taka hond um í viðgerðini av ólavsøkurøðuni.
Í løgmansrøðuni eggjar løgmaður, Anfinn Kallsberg, eisini til samstarv tvørtur um politisk mørk . Hetta fær kortini ikki Javnaðarflokkin at koma rennandi.
?Næstan allar løgmansrøður hava ein tílíkan appel. Sitandi samgonga hevur tó eitt sindur trupult við at yvirbevísa, at samstarv er teirra vørumerki. Samgongusamráðingarnar vístu, at hann(Anfinn Kallsberg) ynskir eina so smæla samgongu sum gjørligt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Breiðar semjur eru kortini nakað, ið Javnaðarflokkurin er áhugaður fyri, men hetta skal so eisini merkja, at flokkurin fær aðra ávirkan enn bert at samtykkja, tá uppskot koma niðan í tingið. Hann nevnir eitt nú pensjónspurningin sum eitt politiskt stórmál, har samstarva átti at verið, men Jóannes Eidesgaard heldur tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, tí politiska skipanin í Føroyum ikki er búgvin til breiðar semjur, sum eru púra vanligar aðrastaðni.

Liberalt
Jóannes Eidesgaard er ikki í iva um, at hendan núverandi samgongan er hamskift í mun til hana, ið vit sóu eftir valið í 1998. Hóast Miðflokkurin er komin uppí, so heldur Eidesgaard talan vera um stórst sæð tað somu samgonguna.
?Hetta er ein samgonga, sum koman saman um fullveldisspurningin í sínari tíð. Nú er hon komin í ein borgarligan búnað, sigur Jóannes Eidesgaard.
?Kósin á sjálvstýrisleið hava bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin boðað frá, at teir í stóran mun taka undir, so tað kann ikki vera tað, ið heldur samgonguni saman, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur meira, at talan er um tann borgarliga partin, tá tosast skal um eindarskapandi partin av samgonguni. Skrivingin í eitt nú tingkvinna Tjóðveldisfloksins, Kristina Háfoss, hevur staðið fyri seinastu tíðina heldur Jóannes Eidesgaard vera meinlíka liberalum fólkaflokssjónarmiðum.
?Tjóðveldisflokkurin líkist Fólkaflokkinum rættiliga nógv á tí liberala økinum, og tað er eisini her, at flokkarnir tykjast at einast, sigur Jóannes Eidesgaard.