Hugsið ikki um búskaparligan løtuvinning

Fyri Tjóðveldisflokkin var tað týdningarmikið at fáa fíggjarmál at umsita. Skal álit skapast um evnini at taka ábyrgd fyri egnum landi, er neyðugt, at vísa, at vit duga at húsast í egnum húsi, segði Óli Holm í ársfrágreiðingini

Tað hevur verið eitt hart ár hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum. Hann hevur havt nógv um at vera, men serliga eru tað lønarsamráðingarnar, sum sita eftir í minninum. Fleiri verkføll hava verið, men hóast tað, so hevur Karsten hildið upp á sítt, at tað skal vísast varsemi í búskaparpolitikkinum.

Í ársfrágreiðingini vísir Óli Holm á, at tað var týdningarmikið fyri Tjóðveldisflokkin at fáa fíggjarmálini at umsita, serliga tí, at málið í løtuni er fullveldi.

- Skulu vit skapa neyðuga álitið á evni okkara at taka ábyrgdina av egnum landi, so mega vit duga at húsast og sostatt vera borganini fyri einum stabilum búskaparpolitikki. Vit eiga tí, at halda fast við verandi varsemi í teim almennu íløgunum,. At tær ikki eru viðvirkandi til at yvirupphita búskapin. Vit eiga samstundis at fara undir at seta ferð á tær fráboðaðu langtíðarætlaninar, segði Óli Holm.

Óli vísti á, at tað hevur týdning, at vit minnast hvussu búskapurin fór av lagi í áttatiárunum í einum peninga- og íløgurúsi. Tað eru tað eftir hansara tykki, ikki allir flokkar sum gera, tí hann sigur:

- Vit eiga eisini at vera greiðir yvir og staðfesta, at tað eru flokkar, sum í fullkomnum ábyrgdarloysi bert hugsa um løtuvinning og ikki fíra fyri at seta ferð á búskapin aftur, uttan fyrilit fyri teimum sera vandamiklu avleiðingunum, ið slíkar politiskar avgerðir kunnu føra við sær.

Óli sigur, at tað farna árið hevur verið eitt støðugt strið fyri at halda fast fyri ikki at missa søguliga møguleikan at skapa ein sjálvberandi búskap. Høggini hava verið dygg og hørð, og m. a. er flokkurin ákærdur fyri at hava slept samhaldsføstu hugsjón síni.

- Kortini mega vit ásanna, at tað hevur ikki eydnast okkum at vera nóg greiðir við politiska boðskapinum og grundgevingunum. Hesar trupulleikar eiga vit at loysa, so vit aftur kunnu fáa neyðuga álitið millum fakfeløgini.