Tað verður ofta sagt, at føroyski skúlin skal vera ein skúli fyri øll. Í ár tekur studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum eitt ítøkiligt stig móti forkromaða málinum um ein skúla fyri øll. Fyri fyrstu ferð er pláss fyri næmingum við asperger syndrom á einum føroyskum studentaskúla.
Tey ganga í flokkinum 13g, har 13 stendur fyri árgangin og g fyri flokkin.
- Talan er um ein serflokk fyri fólk við asperger. Men flokkurin fylgir somu lesiætlan sum allir hinir flokkarnir, og støðið skal vera tað sama sum hjá øllum øðrum næmingum á skúlanum, sigur Kristianna Mortansdóttir.
Hon er ein av seks lærarum hjá 13g, og eisini er hon toymisleiðari og lestrarvegleiðari hjá næmingunum.
- Fyri okkum sum skúla hevur tað týdning, at talan er um eitt reelt tilboð. At teirra studentsprógv hevur sama virði sum hinum næmingunum, undirstrikar Kristianna Mortansdóttir.
Fyri skúlan í Hoydølum er 13g ein nýggj avbjóðing.
- Jú, her er talan um næmingar, sum hava eina aðra, sosiala atferð enn tey flestu. Tey hava ofta ringt við at hugsavna seg, gerast lætt stressað av umhvørvinum og fella tá í fátt. Men tey eru væl fyri intellektuelt, eru ofta sera ambitiøs og hava eina stóra servitan innan ávís øki. Avbjóðingin er at innrætta undirvísingina soleiðis, at tey fáa hugsavnað seg, greiðir Kristianna Mortansdóttir frá.
Tí var av fyrstan tíð eitt loft sett á, soleiðis at flokkurin ikki kundi vera størri enn 10 næmingar, meðan mest loyvda næmingatal í øðrum flokkum er 26. Og eisini tí verður undirvísingin í 13g meira málrættað enn hjá hinum.
- Vit undirvísa í sama tilfari, men alt skal vera meira ítøkiligt. Tað nyttar til dømis ikki at geva fimm boð í senn. Næmingarnir skulu hava sera fastar karmar at arbeiða innanfyri. Tey sita í hestaskógvi, og so fáa tey eisini møguleika at fara burtur frá, í hvør sín bás, har tey fáa frið til at hugsavna seg um at loysa ítøkiligu uppgávuna, sigur Kristianna Mortansdóttir.
Fyrireikingin
Í Danmark hava tey góðar royndir við asperger flokkum á miðnámi, og hesar royndir hevur skúlin í Hoydølum eisini fingið gleði av, nú skúlin setir á stovn nýggja tilboðið.
Samstarv er fingið í lag við Høje-Taastrup Gymnasium, sum hevur havt tilboðið síðani 2007. Fyrstu studentarnir úr asperger flokkinum fingu húgvuna á høvdið í 2010, og í løtuni eru fimm slíkir flokkar við hvør sínum 10 næmingum á skúlanum.
Royndirnar hjá skúlanum í Høje-Taastrup Gymnasium higartil vísa, at hesir næmingar hugsa sera svart-hvítt. Tey verða lætt stressað. Hava brúk fyri føstum strukturi og at alt er lagt væl til rættis. Teirra stóri áhugi er ofta innan fyri telduspøl. Tey hava havt nógvar ósigrar í uppvøkstrinum og hava tí lágt sjálvsvirði. Men annars eru tey sera ymisk.
- Vit hava havt stóra nyttu av royndunum hjá teimum. Vit vóru nøkur og vitjaðu skúlan í Høje-Taastrup, og í mai vóru fólk frá teimum og hildu skeið fyri øllum lærarum í Hoydølum. Tað hevur givið okkum eina góða vitan og nøkur amboð at brúka í okkara undirvísing, sigur Kristianna Mortansdóttir.
Hon leggur dent á, at fyri studentaskúlan og HF-skeiðið í Hoydølum hevur tað havt stóran týdning at finna ein góðan samstarvsfelaga, nú hetta nýggja tilboð skuldi setast í verk.
Skúlin hevur skipað seg soleiðis, at seks lærarar eru knýttir at 13g og undirvísa teimum í øllum lærugreinum.
- Vit hava roynt at fáa talið av lærarum so lágt sum yvirhøvur tilber. Hetta fyri at skapa fastar og tryggar karmar og fáa gerandisdagin so einfaldan sum tilber. Eisini er útgangsstøði, at somu lærarar fylgja flokkinum øll trý árini, greiðir Kristianna Mortansdóttir frá.
Fyrireikingin er somuleiðis farin fram í samstarvi við Sernámsdepilin, og sálarfrøðingur haðani er knýttur at skúlaflokkinum.
Upptøkan
Tey, sum mánadagin byrjaðu í 13g, eru neyvt vald út frammanundan. Allir næmingarnir hava nevniliga verið til upptøkusamrøðu.
- Tað var gjørt fyri at meta um teirra fakliga støði og fyri at fáa eina mynd av, hvussu tey virka sosialt. Somuleiðis var neyðugt at fáa vitan um, hvørjar eventuellar hjá-diagnosur tey hava. Og so vóru upptøkusamrøðurnar eisini gjørdar við tí fyri eyga at fáa eina mynd av, hvussu flokkurin kemur at virka saman sosialt, sigur Kristianna Mortansdóttir.
11 vóru til upptøkusamrøðu, og níggju teirra komu inn. Tey níggju, sum eru millum 17 og 23 ára gomul, koma úr øllum pørtum av landinum.
Í summar skipaði skúlin fyri einum sonevndum foreldrakvøldi, har skúlin varð vístur fram, og greitt varð frá undirvísingini. Kvøldið var bæði fyri foreldur og næmingar.
Skúlabyrjanin hjá 13g krevur eisini nakað av fysisku kørmunum í Hoydølum. Umframt at flokkurin fær sína egnu skúlastovu, so er eisini mett neyðugt at taka skúlastovuna við síðuna av í nýtslu til hetta endamálið. Tann stovan verður brúkt til fríkorter, hvílirúm og annars eitt stað, har næmingarnir kunnu vera í frið.
Øll innrættingin verður gjørd við støði í royndunum úr Høje-Taastrup Gymnasium.
Byrjanin
Mánadagin var fyrsti skúladagur hjá 13g og hinum fyrsta árs næmingunum í Hoydølum. Kristianna Mortansdóttir dylir ikki fyri, at spenningur var í luftini.
- Jú, vit vóru øll sera spent. Men eg haldi, at tað gekk sera væl. Nú hava vit allir seks lærarar roynt at undirvísa í 13g, og eg haldi at fyrsta royndin er positiv.
Royndirnar úr Høje-Taastrup Gymnasium vísa, at at umleið 10 prosent av næmingunum fella frá.
Fyri skúlan í Hoydølum er málið sjálvsagt, at allir átta næmingarnir í 13g standa við húgvu á høvdinum og prógvi í hondini um trý ár.
- Eg haldi tað vera fantastiskt, at hetta ber til. Fyri okkum lærarar og skúlan annars er avbjóðingin fyrst og fremst, at tað skal eydnast hjá teimum øllum. Vit síggja glaðar næmingar, og tað smittar eisini yvir á okkum lærarar, sigur Kristianna Mortansdóttir.
Næmingartalið í Hoydølum hevur aftur í ár sett met, og nú ganga 830 næmingar í studentaskúlanum og HF-skeiðnum í høvuðsstaðnum. Tað noyddi leiðsluna og Mentamálaráðið at finna skúlastovur í hølunum hjá Vinnuháskúlanum Undir Krákugjógv, har tríggir HF-flokkar nú hava sína skúlastovu.
Kortini heldur lærarin og lestrarvegleiðarin hjá 13g ikki, at tað er ein andsøgn í at seta á stovn eitt nýtt skúlatilboð, tá skúlin ikki hevur pláss og umstøður at húsa sínum verandi virksemi.
- Ja, tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið at seta á stovn nakað nýtt, tá tú ikki hevur pláss fyri tí gamla. Men vilja vit hava ein skúla fyri øll, so tekur tað eitt sindur av plássi og kostar eitt sindur av pengum, tað mugu vit bara gera okkum greitt, sigur Kristianna Mortansdóttir, sum heldur at 13g hevur fingið eina góða móttøku í Hoydølum.