Dagfinn Olsen
Í práti manna millum hevur verið frammi, at ætlanir eru um at byggja feskfiskavirki á Eiði og at Árni Dam, reiðari á Norðskála, stendur aftanfyri ætlanirnar.
Hesum afturvísir Árni Dam, men hann metir, at prátið helst stendst av, at hugsanir hava verið um at byggja landingarmiðstøð á Eiði. Hann vísir aftur, at hann hevur nakað við ætlanirnar at gera, men hann sigur, at fregnast hevur verið eftir, um teir høvdu verið áhugaðir at landa á Eiði, um so var, at landingarmiðstøð varð bygd.
Áhugaðir
- Nú kenni eg ikki so nógv til ætlanina, men sum eg havi skilt tað, so er talan um at byggja hús, har landast skal til og har fiskurin so verður skildur, sorteraður, og so kann vera talan um beinleiðis sølu ella at selt verður ígjøgnum uppboðssøluna, sigur Árni Dam.
Hann metir, at tørvur er á, at fiskurin verður skildur væl og við maskinum, tí keyparin krevur so nógv nú og flokkingin er meira útgreinað nú, enn áður.
- Sjálvsagt høvdu vit verið áhugaðir at landa á Eiði, um landingarmiðstøð kom har. Sum er hava vit bátar okkara á Toftum og sjálvsagt er tað fyrimunur fyri okkum og fyri manning, um vit kundu landa á Eiði, sigur Árni Dam á Norðskála.
Árni Dam veit ikki, hvør stendur aftanfyri ætlanirnar um landingarmiðstøðina á Eiði.
Ikki kommunan
Kommunan á Eiði kennir lítið og einki til ætlanirnar um landingarmiðstøð, sigur ein bygdarráðslimur, ið vit hava prátað við. Hann viðgongur tó, at hugsanir um slíka miðstøð hava verið at hoyrt, men enn er tað helst bert hugsanir, sigur bygdarráðslimurin. Hann leggur dent á, at Eiðis kommuna einki hevur við nakrar slíkar ætlanir at gera, men at ymiskir persónar standa aftanfyri miðstøðina, sum enn als ikki er ítøkilig ætlan.