Óhugsandi at selja JFK

Tað kann ikki koma uppá tal at privatisera Føroyagrunnin, sum eigur JFK í Klaksvík, heldur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum

 

Klaksvík: Privatiseringar vóru eitt av evnunum, tá Karsten Hansen og íslendski starvsfelagi hansara, Geir Haarde, fundaðust í Klaksvík týsdagin.

Á tíðindafundinum aftaná vóru møguligar privatiseringar eisini havdar á lofti, men Karsten Hansen helt, at tað er ikki alt, sum er egnað at privatisera, og tá talan var um Føroyagrunnin, var Karsten Hansen avgjørdur.

? Eg meti tað verða púra óhugsandi at selja Føroyagrunnin til privatar íleggjarar. Virksemið hjá JFK er lívsæðrin í Klaksvík, og verður Føroyagrunnurin privatiseraður, er vandin stórur fyri, at skip verða flutt úr býnum, segði Karsten Hansen.

? Tá kreppan rakti landið í 90?unum, tóku fólk í Klaksvík seg saman fyri at halda virki og skip í Klaksvík. Tí hevði tað verið ørskapur at farið at eksperimentera við at privatisera Føroyagrunnin, heldur Karsten Hansen.

Føroyagrunnurin eigur JFK, sum hevur nógv virksemi í og úr Klaksvík. JFK eigur millum annað Kósavirkið, Næraberg og Sundaberg.