Framtaksprát
Nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum, Niels Winther Poulsen, sigur, at tað er óhugsandi, at hann fer at arbeiða í móti politiska viljanum.
?Eg havi ongantíð arbeitt fyri nakran, sum ikki vil hava meg at arbeiða fyri seg. Kenni eg, at eg ikki eri ynsktur í starvinum, leggi eg frá mær, sigur hann.
Niels Winther Poulsen sigur, at tað má vera eitt krav, at ein møguligur keypari frá Framtaksgrunninum skal kunna kenna seg tryggan, tá hann handlar við grunnin.
Heilt greiðar linjur eiga at vera fyri, hvør kann keypa ognirnar hjá grunninum, sigur hann.
Sum dømi nevnir hann, at eitt nú hevur verið ført fram, at tað er ikki so heppið, at útlendingar eiga føroyskt vinnulív.
?Vilja vit, at tað skal vera so, eiga vit at siga tað greitt, soleiðis, at møguligir útlendingar, sum eru áhugaðir í at keypa eitt nú Føroya Fiskavirking frá Framtaksgrunninum, vita, hvussu støðan er, so teir tora at taka eina avgerð uttan at skula óttast fyri, at hon verður broytt aftur nær sum helst.
Tekur tíð
Tað tekur tíð at seta seg inn í viðurskiftini hjá Framtaksgrunninum, sigur Niels Winther Poulsen. Sjálvur metir hann, at hann skal hava minst ein mánaða ella so at kunna seg í.
Tað vil so aftur siga, at tað verða ongar stórar avgerðir tiknar soleiðis í óðum verkum, vísir hann á. Og at hann skal hava áhuga í at selja nakað burtur úr grunninum her og nú, er als ikki upp á tal, sigur hann.
Tað kemur heldur ikki upp á tal at selja nakað sum helst uttan bara fyri hægstbjóðandi.
Reglugerðin fyri Framtaksgrunnnin sigur, at seljast skal burtur av ognunum, tá tíðin er komin til tess. Men tað er ilt at siga, heldur nevndarformaðurin í grunninum, um tíðin er komin enn.
?Tað tekur tíð at finna út av tí, og ta tíðina havi eg enn ikki havt sum formaður, vísir hann á.
At hann skal brúka hesa stuttu tíð, sum eftir er av verandi valskeiði til at handla fyri ávísar kundar, er fullkomuliga burturvið, vísir hann á.
?Tað er óhugsandi, at nøkur søla verður framd nú. Tað eru vit heilt einfalt ikki klár til, sigur nevndarformaðurin.
Hann vísir á, at Føroya Fiskavirking virkar væl, og tað skal arbeiðast sera varisliga, um seljast skal burtur av Fiskavirking. Tað má til dømis alla tíðina hugsast um, at starvsfólkið ikki verður órógvað óneyðugt, og at tey vita, hvat hendir, sigur hann.
Tað er eisini umráðandi at vita, sigur hann, um politikararnir ynskja at selja Føroya Fiskavirking í smáum ella sum eina heild.
Gegnið
Niels Winther Poulsen ásannar, at tað kann gerast ein gegnistrupulleiki at sita sum nevndarformaður í Framtaksgrunnninum og samstundis hava kundar, sum kunnu gerast áhugaðir partar í møguligum keypi frá grunninum.
?Men tann trupulleikin má so loysast, tá hann er har, sigur hann. Tað vil so siga, at hann má taka seg burtur úr øðrum partinum í teimum førum, tað kann gerast aktuelt.
Men hann metir tað sum eina sera spennandi uppgávu at vera vorðin formaður í Framtaksgrunninum, tí har eru nógv mál at loysa, sigur hann.
Niels Winther Poulsen sigur, at hann hevur ikki hugsað so nógv um, hvørt tíðarskeiðið nevndin situr, er ov stutt ella ikki. Men hann ásannar tó, at eitt ár er stutt tíð.
?Hinvegin, tekur hann aftur í aftur, verði eg ikki sitandi leingi, um eg kenni, at eg ikki eri ynsktur har.
Teir fýra nevndarlimirnir, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum valdi, hava havt fund og skipað nevndina. Tó er fimti nevndarlimurin ikki valdur. Hann fara hinir fýra nevndarlimirnir at velja í næstu viku, sigur Niels Winther Poulsen, nevndarformaður i Framtaksgrunnninum.