Tað er hvørt ár ein serlig løta, tá ið jólatræið á Vaglinum verður tendrað, og so var eisini í ár. Tað var ikki verri, at veðrið var gott.
Sum siður er, spældi Havnar Hornorkestur, og røðarar vóru Bergur Debes Joensen og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Eftir røðurnar kom jólamaðurin og tendraði ljósperurnar á trænum.
Í røðu síni vendi Heðin Mortensen sær fyrst til børnini og síðan til tey vaksnu og greiddi frá, hvussu jólabýurin í miðbýnum er í ár.
Hann tosaði um øðrvísi upplivingar, nú Bringsnagøta er stongd av og umhvørvið er sett aftur í tíðina.
Til seinast kom Heðin Mortensen við eini áminning á fólk um at hugsa um hvønn annan á jólum, tá ið eingi fólk eiga at sita einsamøll.
- Ein góð gerð og ein vinarligur tanki – tey kosta so lítið, men geva so nógv, sigur Heðin Mortensen.