Hugsa um at fíggja kringvarpsgjaldið øðrvísi

Javnaðarflokkurin kundi hugsað sær, at kringvarpsgjaldið verður skift út við ásettan part av skattskyldugu inntøkuni

Kringvarp Føroya er komið í álvarsligar trupulleikar, so okkurt má gerast.
Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum arbeiðir við einum uppskoti.
- Vit kanna um tað ber til at útvega Kringvarpi Føroya fígging við at áleggja øllum eitt gjald, sum verður ásett sum ein part av skattskyldugu inntøkuni, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann kundi hugsað sær, at gjaldið var 0,6 ella 0,7 prosent av skattskyldugu inntøkuni.
- Tað hevði gjørt, at tær høgu inntøkurnar rindaðu meira, og tær lægri minni enn nú. Ein fólkapensionistur hevði til dømis goldið bara 450 krónur, sigur Aksel V. Johannesen.
Var gjaldið 0,6 prosent av skattskyldugu inntøkuni, gav tað 51 mió. krónur. 0,7 prosent høvdu givið smáar 60 mió. krónur.
- Verður henda broyting gjørd, fáa vit ráð aftur at reka kringvarpið, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur ikki, at tað ber til at hækka kringvarpið, tí gjaldið, sum er 3625 krónur, er ríkiliga nógv at gjalda hjá teimum lágløntu, pensionistum og støkum uppihaldarum.
Hinvegin má okkurt gerast fyri at bøta um støðuna hjá kringvarpinum, tí lønirnar eru hækkaðar hesi árini, og aðrar útreiðslur við.