Hugsaðu um komandi uppgávurnar

Bill M. Jacobsen var sjálvsagt sera væl nøgdur eftir dystin á Toftum í gjár.

- Tá tú leggur teg á odda tíðliga í dystinum, verður liðið automatiskt vanliga flutt longur aftur á vøllin. Tað royndu vit ikki at gera, og tað eydnaðist. Vit høvdu møguleikar at skjóta fleiri enn trý mál, men vit eru sera væl nøgdir í dag, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68.

Tá tit økja til 3-0, hugsar tit tá um komandi uppgávurnar?

- Vit hava dyst mikudagin og aftur sunnudagin. So tá royna vit at hvíla eitt sindur. Vit eru væl fyri í løtuni, og arbeiða miðvíst. Vit eru til reiðar til restina av kappingarárinum, sigur venjarin hjá toftamonnum.