Hugsaðu ikki um at verja

74 mál vóru skotin í alt, tá álopssinnaðu Neistin og StÍF hittust í høllini á Hálsi

Heimasíðan hjá Neistanum er beinrakin.
- Í høllini á Hálsi í dag kom ein við uppskotinum, at áskoðararnir burdu fingið 35 krónur aftur. Áskoðarar áttu at goldið 35 krónur fyri álopsspælið, og ongar pengar fyri verjuspælið, tí verjuspælið var undir alt lágmark. Spælarar á báðum liðunum tíma rætt og slætt ikki at renna aftur at verja, tí síggja vit ørgrynni av skjótálopum og heili 74 mál, skrivar heimasíðan.
Fremst á dagsskránni var málskjóting í gjár.
Málini raplaðu inn allan dystin á tamb.
Neistain vann 39-35 tá avtornaði.

Togaðust leingi
Sjúrður Thomassen, Neistin, segði við Sosialin í november, at verandi greipuvinnararnir hugsa ikki bara um at vinna dystirnar, men eisini, hvussu liðið vinnur dystirnar.
Leikararnir seta sær smá innanhýsis mál undan hvørjum dysti, umframt at fáa tvey stig í skjáttuna.
Neistin spældi við fríum teymum hesaferð. Verjuspælið var lítið skipað og lítið sannførandi.
Jugoslav Djumic og David Edvardsen vóru bestu skjúttarnir. Teir skutu ávikavist 10 mál og átta mál.

Fóru undan til seinast
StÍF hótti oddaliðið leingi.
Støðan var 25-25, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Tá fór Neistin undan gestunum í smáum. Tvey til trý mál skiltu liðini seinastu løtuna.
Neistin hevur framvegis bara mist eitt stig í hesum kappingarárinum.
StÍF hevur bara fingið seks stig higartil. Liðið av Skálafjørðinum er níggju stig frá finaluplássinum í løtuni.