Hugsa ov lítið um okkara besta tilfeingi

- Landsstýrið heldur kanska ikki, at lívið byrjar fyrrenn børnini eru sjey ára gomul, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

Visjón 2015
 

­- Sambært landstýrinum skuldi ein næstan ikki trúð, at lívið byrjar, fyrrenn børnini eru sjey ára gomul.
Jarvin Feilberg Hansen var vónbrotin tá ið løgmaður herfyri legði Visjón-2015 fyri almenninginum á stórum fundi á Hotel Føroyum herfyri.
Formaðurin í Pedagogfelagnum heldur, at børnini hava fingið alt ov lítið pláss í 2015 visjónini hjá landsstýrinum.
- Tað verður at kalla onki gjørt burturúr familjupolitikki og smábarnafamiljunum í 2015  visjónini og tað er eitt vónbrot.
Jarvin Feilberg Hansen sigur, at tá ið Visjónin varð løgd fram á Hotel Føroyum herfyri, vórður børnini og famljan ikki nevnd við einum orði.
- Visjónin er so víðfevnd og umfatandi at summi halda, at tað er ov nógv av tí góða. Men júst tí, at visjónin er so víðfevnd, er tað eitt vónbrot, at børnini og familjan ikki vórðu tikin upp á tungu.
- Niðurstøðan kann ikki verða øðrvísi enn at landsstýrið heldur, at lívið byrjar ikki fyrrenn børnini eru fylt sjey ára gomul, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
 
Ikki hugsað nokk um børnini
Hann vísir á, at annars eru útbúgvingar av ymsum slagi nevndar, men hann saknar, at børnini koma í fremstu røð, tí tey eru okkara allar týdningarmesta tilfeingi.
- Børnini og trivnaðurin hjá familjuni er sjálvt grundarlagið undir einum einum vælferðarsamfelagi og er tað nakað, sum fær fólk at støðast í einum landi, ella eini kommunu, er tað júst ein virkin familjupolitikkur og góðar tænastur til smábørnini.
Annars er tað ikki eitt ilt orð frá formanninum í Pedagogfelagnum um, at landsstýrið ger eina visjónsætlan.
Tað er í fínasta lagi, at politiski myndugleikin setir sær mát.
- Men vit halda, at tað er í so nógv gjørt burturúr, hvussu vit kunnu skapa vinnuligan og búskaparligan vøkstur. Men tað tykist sum um at landsstýrið ikki í nóg stóran mun hevur givið sær  gætur, at serliga børnini, eru okkara týdningarmesta tilfeingi, tí tað vera tey, sum koma at leggja grundina undir eini vinnligu og búskaparligu menningini. 
- Skapa vit ikki trivnað og vælferð hjá børnunum, frá tí at tey eru fødd, ella kanska enntá frá sjálvum gitnaðinum, so elvir tað til mistrivnað og tað skumpar ikki undir tað vinnuligu og búskaparligu menningina, sum landsstýrið miðjar eftir, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
 
Pedagogfelagið útihýst
Jarvin Feilberg Hansen skilir annars, at júst vælferðin verður raðfest rættiliga frammaliga í visjónini og hann ásannar eisini, at ein bólkur, sum skal arbeiða við vælferðini skal eisini arbeiða við eini virkisætlan fyri børn og ung og hann
- Eg haldi, at hetta skuldi verið tann týdningarmiklasti bólkurin av øllum og landsstýrið átti at hugsa serliga væl um, hvussu hesin bólkurin varð mannaður, tí tað er vælferðin, sum er grundarlagið undir øllum øðrum.
- Men Pedagogfelagið hevur ikki umboð í hesum bólki og vit hava heldur ikki umboð í nøkrum øðrum bólki, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Hann heldur, at tað vildi verið sjálvsagt, at Pedagogfelagið varð umboðað í bólkum, sum høvdu við trivnaðin og vælferðini hjá børnum at gera.
Tí vónar hann at felagið fær umboð í onkrum bólki, sum felagið hevur serligan áhuga í.
Hann sigur at Pedaogfelagið hevur framvegis størsta áhuga í at vera ein virkin viðspælari í sambandi við Visjón 2015 og hann ivast ikki í, at felagið fer at verða biðið um at vera við í teimum arbeiðsbólkum, sum hava serligan áhugað hjá felagnum, eitt nú teimum bólkum, sum arbeiða við børnum og ungum.  
Yvirhøvur heldur JarvinFeilberg Hansen, at tað tykist sum um at landstýrið tilvitað hevur hildið fakfeløgini uttanfyri teir arbeiðsbólkarnar, sum eru settir í sambandi við Visjón 2015.
- Upprunaliga vóru fakfeløgini als ikki umboðað í nøkrum arbeiðsbólki, men tá ið formaðurin í Starvsmannafelagnum gjørdi vart við sína ónøgd um tað, varð hann biðin um at vera við í einum arbeiðsbólki, sigur Jarvin formaðurin í Pedagogfelagnum. 

 
Visjón 2015 um børn og ung
Hetta er annars tað, sum Visjón 2015 sigur um børn og ung:
Vit byggja framtíðina á børnini og tey ungu. Tí er tað av størsta týdningi, at umstøðurnar hjá teimum koma ovast á politiska breddan. Aðalmálið við barna- og ungdómspolitikkinum er, at øll børn og ung skulu hava somu rættindi og somu møguleikar, óansæð fortreytir og umstøður annars. Barna- og ungdómsøkið skal samskipast, so tilboðini koma børnunum og teimum ungu til gagns. Øllum børnum og ungum skulu tryggjast góðir uppvakstrarmøguleikar, so tey kunnu trívast og mennast. Børn og ung, sum vaksa upp í heimum við trupulleikum t.d. orsakað av rúsdrekka/evnismisnýtslu, sálarligum- ella likamligum harðskapi, kynsligum ágangi, skulu fáa neyðuga hjálp. Í 2010 skal ein frágreiðing leggjast fyri løgtingið um, hvørt nýggja barnaverndarlógin virkar eftir ætlan, og um broytingar skulu gerast í skipanini. Arbeiðsmarknaðurin skal skipast á ein slíkan hátt, at tað ber til hjá barnafamiljum at sameina familju- og arbeiðslív. Ansingartrygd verður veitt øllum børnum, og ansingartilboðini skulu hóska til tørvin hjá barnafamiljunum. Øllum børnum og ungum skulu standast í boði mennandi frítíðar- og ítróttartilboð í nærumhvørvinum.
Setningur hjá arbeiðsbólki:Ein arbeiðsbólkur verður settur, sum skal gera eitt uppskot um eitt samanhangandi sosialpolitiskt útspæl á barna- og ungdómsøkinum.
Arbeiðsbólkur:
· Katrin Gaard, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
· Maibritt Simonsen, ráðgevi, Almanna- og heilsumálaráðið
· Anna Dam, leiðari, Barnaverndarstovan
· Oyvindur av Skari, Almannastovan
· Minna Poulsen, varaleiðari, Heilsufrøðiskipanin
· Doris Hansen, MBF
Uppskotið frá arbeiðsbólkinum verður liðugt 1. mai 2006.