Hvat skal øll tann øgiliga mongdin av grótið, sum fer at koma upp á Gomlurætt, tá ið tey fara at bora Sandoyartunnilin, brúkas til.
Tað er eitt av teimum stóru málunum, tey í Tórshavnar Býráð hava fingið at hugsa um. Men fyri at hoyra, hvat fólk á Velbastað og í Kirkjubø sjálvi hildu, skipaði Tórshavnar Býráð fyri borgarafundi á Velbastað í gjár, har fólk fingu høvi at siga sína hjartans meining.
Og talan er um nógv grót, rættiliga nógv grót. Tað snýr seg um eina hálva millión kubikk, og fyri at vísa, hvussu nógv, talan í roynd og veru er um, varð nevnt, at verður øll rúgvan løgd á Tórsvøll, hevði hon verið heilar 70 metrar høg.
Á borgarafundinum vóru tað kortini nógv fólk, sum vóru samd um, hvat grótið fyrst og fremst skal brúkast til. Tey vístu á, at fornminnini í Kirkjubø eru við at skola í havið, og at tað er í tøkum tíma, at brimverja verður gjørd í Kirkjubø, so alt tað gamla har, verður varðveitt.
Á Velbastað eru tað eisini nógv, sum halda, at ein partur av grótinum eigur at verða brúktur til at bøta um ferðsluviðurskiftini niðri í bygdini, har vegirnir eru alt ov smalir, og har tað eru alt og fá parkeringsplás.
Og so varð eisini tikið væl ímóti hugskotinum um at brúka ein part av grótinum til eitt ídnaðarøkið vestan fyri havnina á Gomlurætt.
Vit hava meiri um hetta seinni