Hugsa meiri um prísin enn um trygdina

Vit koma javnan fram á heimagjørt el-arbeiði, sum er ótrygt, sigur tey í Handverksmeistarfelagnum

Tíverri sær út til, at tey landsstýrið hugsar mest um prísin, og at trygdin kemur í aðru røð.

Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag, nú landsstýrið ætlar at leggja eina lóg fyri Løgtingið um at løggilda elinnleggjarar.

Handverksmeistarafelagið heldur, at aðalreglan eigur at vera, at el-arbeiðir skulu bjóðast út, har dentur verður lagdur á trygdina og góðskuna, men kappast verður um prísin.

– Føroyski el-marknaðurin er merktur av, at tað er nógvar fyritøkur, bæði smáar og stórar, og sum eru í harðari kapping.

Men tað sær út til, at eindamál við nýggju lógini er at fáa útlendskar fyritøkur til Føroya, tí fleiri staðni í lógaruppskotinum verður lagt upp til, at landsstýrismaðurin skal geva útlendskum fyritøkum undantøksloyvi til at virka í Føroyum – eftir linari trygdarkrøvum enn annars.

Tað er øgiliga ringt hjá føroyskum fyritøkum at fáa løggilding uttanlands og tí kann tað ikki vera rætt, at føroysku mynduleikarnir skulu lækka gáttina fyri at fáa útlendskar fyritøkur til føroya at arbeiða, halda tey í Handverksmeistarafelagnum.

Somuleiðis leggur landsstýrið upp til, at farast skal burtur frá at gera eftirlit við arbeiðum, sum eru gjørd, ella í hvussu so er skal tað minkast munandi un tað. Afturfyri skal eftirlit gerast av góðskustýringsskipanum hjá el-innleggjarum.

Handverksmeistarar siga, at tað er týdningarmikið, at hesar góðskustýringsskipanir ikki gerast ov krevjandi at umsita, tí tað fer at gera tað dýrari at gera ymisk arbeiði.

Men tey tvíhalda eisini um, at tað hevur sera stóran týdning, at eftirlit verður gjørt á staðnum og at ítøkiligu arbeiðini verða kannað.

– Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at endamálið má vera, at el-arbeiðið er trygt, heldur enn at man hevur skrivað eina góða frágreiðing um tað.

Men tey undrast eisini á, at tað ikki er eitt endamál við lógini at steðga virkseminum hjá teimum, tey kalla frítíðar-elinnleggjarar.

Tey halda, at hetta er ótrygt fyri brúkaran, og oyðileggjandi fyri teir ordiligu el-innleggjararnar.

– Felagið kemur javnan framá heimagjørdar loysnir, sum verða góðkendar av frítíðar-innleggjarum, sum dagliga fáast við annað enn el-arbeiði, men sum kortini hava løggilding, sigur Handverksmeistarafelagið.