Tað eru nógvir dystir eftir enn, men mann skal eisini hava nøkur stig. Tað fingu vit ikki í dag, men tað skulu vit nokk fáa, segði John Petersen, ein av venjarunum hjá AB.
Hann leggur tó afturat, at liðið ikki er optimalt fyri í løtuni, og vit fáa nakrar leikarar aftur.
- Søbstad kann eisini gerast ein fongur í komandi tíðum. Hann hevur víst, at hann dugir nøkur ting við einum bólti og flytur seg væl. Men ein áloypari skal sjálvandi skora mál eisini, segði John Petersen.
- Eg rokni við, at vit yvirliva. Tað eru onnur lið aftanfyri okkum, sum mugu fram um okkum, um tey skulu hava ein møguleika, so vit skulu nokk klára tað, heldur ein av venjarunum hjá AB.