Hugsa ikki um aðrar møguleikar enn Havnina

Óli Hammer,stjóri í Smyril Line, heldur at tað er ósømiligt, at nýggi Smyril ikki fær fast pláss í Havn

Tórshavnar Havn

Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, ætlar ikki at leggja seg út í kjakið um atløguviðurskiftini hjá Norrønu og nýggja suðuroyarskipinum.
? Tað er eitt mál, sum ikki liggur hjá okkum. Tað er eitt mál, sum eigur at viðgerðast á einum øðrum støði og tí fari eg ikki at gera viðmerkingar til tað, sigur Óli Hammer.
Sostatt vil hann heldur ikki gera viðmerkingar til hugsanina hjá løgmanni um at lata landið yvirtaka atløguplássið hjá Norrønu í Havn til nýggja Smyril, so at ein loysn kann finnast fyri Norrønu onkra aðrastaðni.
Tað einasta, hann vil siga, er, at Smyril Line hevur fyrireikað seg uppá at sigla uppá Havnina og at teir ikki hava aðrar ætlanir.
Hann sigur eisini, at Norrøna er smíðað hareftir við so mikið stórari maskinorku, at hon skal kunna manøvrera í Tórshavnar Havn í væl verri veðri enn gamla Norrøna kundi.
Nýggja Norrøna kann manøvrera í Tórshavnar Havn í vindi upp í 18-20 metrar um sekundið. Er verri veður enn tað, má Norrøna bíða.
Gamla Norrøna kláraði seg bara í upp til 12 metrar um sekundið.
Men yvirskipað ásannar stjórin í Smyril Line, at tað er ógvuliga óheppið, at nýggi Smyril ikki fær fast atløgupláss í Havn.
?Støðan hjá suðuroyingum er ikki góð. Tað er beinleiðis ósømiligt, at tey, sum skulu við nýggja Smyrli, ikki skulu vita, hvar báturin liggur, heldur hann.
Hann vísir eisini á, at í summar verða nýggjar, strangari reglar settar í gildið fyri havnir. Eftir nýggju reglunum skulu ferðafólk og farmur skiljast sundur og ferðafólk innanlands og ferðafólk uttanlands skulu eisini skiljast sundur.


MYND

?Spurningurin um atløguviðurskiftini í Tórshavnar Havn er ikki okkara borð at viðgera, sigur Óli Hammer, stjóri í Smyril Line