-Tað er við blandaðum kenslum, vit í dag eru savnað at minnast og gleðast um tey trý árini á lívsleið okkara, sum nú eru at enda komin. Tíðin í egginum er lokin, og vit pisur eru klaktar, skulu úr reiðrinum í Hoydølum og á flog. Mitt í gleðini, róminum og hátíðarhaldinum er talan eisini um sorgblídni, nú eitt so minningarríkt og mennandi skeið er at enda komið og lívsleiðir okkara skiljast.
Ferð okkara inn í tað ókenda studentalívið byrjaði í august 2000, og eitt nýtt kapitul í einum nýggjum heimi stóð okkum fyri framman. Fjálturstungnir einstaklingar vóru bólkaðir í flokkar, og eftir trimum árum síggjast úrslitini so her í dag undir hvítum húgvum, ein væl samansjóðað eind, har vinarbond eru knýtt gjøgnum mangar góðar løtur, sum nú liva sum minni í hjørtum okkara.
Tíðin í Hoydølum hevur sjálvsagt verið ymisk fyri okkum øll, fyri nøkur hevur hon verið torførari at koma ígjøgnum enn hjá øðrum, bæði sosialt og fakliga. Skúlin er ein stovnur, sum hevur eina av torførastu uppgávunum í samfelagnum, nevniliga at fáa fleiri hundrað næmingar at trívast og mennast. Hetta er ein sera trupul uppgáva, serliga fyri leiðslu skúlans, har torført er at sleppa undan mistøkum. Men ofta duga vit næmingar ikki at virðismeta arbeiði lærarans og leiðslunnar, og at síggja viðurskiftini frá teirra sjónarhorni. Vit koma ofta ikki longur enn til ivasamar atfinningar og persónligt brigsl. Uppgávan gerst ikki lættari, tá havt verður í huga, hvussu mangir og ymiskir næmingarnir eru. Vit hava jú øll ymsa bakgrund, eginleikar, fortreytir og møguleikar. At hava átikið sær so kravmikla uppgávu fara vit í dag at takka skúlanum fyri. Uttan tykkum høvdu vit ikki staðið her í dag.
Tá hetta er sagt, hava vit kortini nøkur uppskot skúlanum viðvíkjandi. Skipan skúlans skuldi verið endurskoðað á ávísum økjum. Tá lærararnir eru grundarlagið undir góðsku skúlans, áttu krøvini mótvegis lærarum okkara at hækka og møguleikarnir gjørdir betri fyri einstaka læraran at menna og endurnýggja seg sjálvan. Eins og næmingurin støðugt skal roynast við próvtøkum, royndum, uppgávum, stílum, roknistykkjum o.s.fr., skuldi nakað av tí sama verið galdandi fyri lærararnar eisini, so talan ikki gerst um fagliga stagnatión uttan at lærarin hevur møguleikan at eftirútbúgva seg og soleiðis fylgja við samfelagsligu broytingunum. Samfelagið í dag sær jú ikki út sum tað gjørdi, tá fleiri av lærarum okkara tóku útbúgving. Í hesum nýggja heimi áttu møguleikar lærarans fyri fakligari endurnýggjan at verið eitt krav til frama fyri bæði lærara og næming. Hetta er tí eitt uppskot frá okkum pisum til leiðslu skúlans, yrkisfelag studentaskúla og HF lærara og ikki minst Mentamálaráðnum.
Hesi trý árini hava kortini verið eitt gleðiligt og mennandi tíðarskeið bæði á fakliga økinum, men ikki minst á sosiala økinum. Í eini vaksandi einstaklingagering í seinmodernaða samfelagnum hevur sterki felagsskapurin í Hoydølum staðið sum ein mótpolur móti hesum nútíðar ráki, og er hetta ein týdningarmikil dygd. Tað er nevniliga gjøgnum sosiala samskifti, vit eru vorðin ríkari, og í sosiologiskum høpi menna vit bert ein sjálvstøðugan samleika og gerast fullfíggjað menniskju í felagsskapi við onnur. Hetta hevur studentaskúlin lagt lunnar undir.
Millum okkara í dag standa nøkur, sum gjørdust pisur fyri 30, 40, 50 árum síðani. Tey eru ivaleyst á einum máli við okkum um, at samfelagið er nógv broytt. Siðbundna samfelagið er í mangar mátar rykt upp við rót, har felags virði, normar, siðir og lívshættir eru broytt ella skift út. Í ein mun liva vit í eini virðisrelativistiskari og støðugt broytiligari tíð, og tískil er torført hjá ungdóminum og nútíðarmenniskjanum at finna seg sjálvt, sítt grundarlag og leiðina til sína framtíðarstøðu bæði mentanarliga, arbeiðsliga og andaliga. Talan er í minni mun um, at hugburður og val av lívsleið eru fastnegldir frá ættarliði til ættarlið ella eru tengdir at stætt ella kyni. Í ein mun er hetta ein frígering, men ávísir vandar standast eisini av hesum. Jú fleiri valmøguleikar eru, jú størri er møguleikin at velja skeivt og villast á lívsins fjøltáttaða vegi, og kunnu vit enda sum støðuleysir zapparar. Vit pisur kunnu av álvara enda sum veruligir Homo Zapiens.
Í dag standa nýklaktu pisurnar á einum vegamóti í lívinum, og í einum globaliseraðum og fleirtáttaðum heimi eru vit partur av einum heimssamfelagi, sum hevur nýggjar og øðrvísi avbjóðingar í útheiminum, men samstundis hava vit eisini avgjørda ábyrgd fyri heimliga lokalsamfelagnum Føroyar. Tað ræður um at finna eina javnvág millum globaliseringina og lokaliseringina, ta sokallaðu glokaliseringina, har vit megna at taka lut í heimssamfelagnum uttan at gloyma heimligu røturnar, sum hevur gjørt okkum til tað, vit í dag eru. Hugsa globalt, virka lokalt.
Uttan at vit geva okkum far um tað, er tað ein ovurstórur framíhjárættur vit í dag hava samanborið við ungdóm kring allan heim. Vit ungu føroyingar eiga at minnast og vera takksamir fyri, at vit liva í einum vælferðarsamfelag, og hvussu gott vit hava tað samanborið við stóran part av heiminum. Í hesi løtu, meðan vit hátíðarhalda henda dag, líða milliónir av menniskjum neyð á ymsan hátt. Meðan vit í dag kunnu fegnast um studentsprógvið í Føroyum ræður analfabetisma í stórum pørtum av heiminum, har javnaldrar okkara ongan møguleika hava á útbúgvingarøkinum. Í øllum heiminum svølta 826 mió menniskju og hvønn dag doyggja 100.000 í hungri. Hvørt sjeynda sekund doyr eitt barn undir 10 ár av svølti, og kortini framleiðir heimurin tvær ferðir ta nøgd av mati, sum skal til fyri at breyðføða mannaættina. Taka vit lítla afrikanska landið Niger sum dømi, duga 86% av fólkinum yvir 15 ár ikki at lesa og skriva, 50% av børnunum svøltað, meðan 36% ikki skulu vænta at gerast eldri enn 40 ára gomul. Hetta eigur at geva okkum vesturlendsku luksus zapparum eina ábyrgdarkenslu fyri medmenniskjum okkara, tí av honum, sum nógv verður givið, av honum eigur nógv at vera kraft. Vit standa í dag við lívsins vinnarakupong í hondini, og so stendur okkum í boði, um vit vilja nýta hana bert til okkum sjálvi ella geva øðrum lut í eydnu okkara.
Lat okkum ikki spyrja, hvat samfelagið kann gera fyri okkum, men heldur hvat vit kunnu gera fyri samfelagið. Í ofta idealistiska og veruleikafjara tosinum at vera við til at gera heimin til eitt betri stað, er hugburðurin ofta, at eg eri bert ein, eg geri so lítlan mun. Men heldur kann ein venda tí við og siga, at eg eri tó ein, og kann tí gera mun í gongdini at betra heimin. Eg, sum einstaklingur, kann gera allan munin fyri onkran, og sameiningin og loysnin av ovurstóra muninum og skríggjandi órættvísini í heiminum er tengdur at, hvat eg og tú gera. Vit hava øll ymsar førleikar á ymsum økjum, men vit eiga at stremba eftir at gera tað, sum vit kunnu, har, sum vit eru, við tí, sum vit hava.