Hugni og samvera í Vestmanna í kvøld

Nú klokkan 19 fara Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen at syngja og spæla á havnalagnum, og sølan av vælumtóktu stevnubúffunum byrjaði klokkan 18 Nógvir bátar og nógv fólk eru komin til Vestmanna at halda bátastevnu í dag. Veðrið er gott, og hýrurin á fólki er góður. Vestmanna osar av hugna og samveru eitt slikt bátastevnukvøld.

Millum klokkan 16 og 19 hevur tivoli verið í ítróttarhøllini í Vestmanna við eitt nú fiskibrunni, bóltkasti við ferðmátara, hoppiborg, tombola, kaffisølu og lutaseðlasølu.

Søla av grillaðu og vælumtóktu bátastevnubúffum byrjaði klokkan 18, og nú millum klokkan 19-21 fara Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen at syngja og spæla.

Úr skránni í kvøld kann annars nevnast, at felagssangur verður á havnalagnum klokkan 23, og klokkan 24 verður fýrverk skotið.

Stórdansurin í ítróttarhøllini byrjar klokkan 23, har vestmannabólkarnir, Thunderbirds og Vestmenn spæla, og her verður 18 ára aldursmark.

Skipað verður eisini fyri koyring við náttarbussi, sum fer úr Vestmanna klokkan 21.30 og 23.30 - og úr Havn til Vestmannar klokkan 22.30 og 00.30.

Koyrt verður úr aftur Vestmanna eftir dansin.

Í morgin verða eisini onkur tiltøk á skránni, og tá verða framsýningarnar á Staðnum við modelskipum og gomlum myndum úr Vestmanna uppafturtiknar.

Framsýningin við modellskipum letur upp í morgin klokkan 12, og framsýningin við gomlum myndum letur upp klokkan 15.

Báðar hava opið til klokkan 18 sunnukvøldið.