Á loftinum í Piddasa handli verða hvønn vetur hildin skeið í ymiskum handarbeiði, eitt nú seymi- og maskinbindiskeið.
Ein av teimum, ið heldur skeið har, er Odvør á Lakjuni, sum hevur skipað nøkur av sínum skeiðum í dagskeið. Kvinnur koma úr øllum landinum til hesi sera vælumtóktu skeiðini, sum umframt at vera lærurík eisini eru serstakliga hugnalig.
Skeiðini hjá Odvør umfata tað, sum hon kallar kreativa seyming.
Tað heilt stóra júst nú er at seyma burturúr tøvdari ull, og tað eru ótrúliga vøkur pløgg, sum kunnu fáast burtur úr gomlum troyggjum og ullintum pløggum. Eisinin ber til at keypa ullint í meturmáli í fleiri litum.
- Vit seyma alt frá frakkum til undirbuksur burtur úr ullintum, sigur Odvør og leggur aftrat, at hon á skeiðunum lærir minst líka nógv sjálv, sum skeiðluttakararnir.
Hølini í Piddasa handli eru ikki stór, men hugnin á gamla loftinum vilja konurnar helst ikki býta um við stór nútímans hølir.
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag leiðar bygningin frá Runavíkar Timburhandli, og Fuglafjarðar kvøldskúli og Heimavirkisfelagið skipa fyri skeiðunum.
Piddasa handil og Gallarí Ribarhús hava opið hvønn gerandisdag frá klokkan 15.
Har eru alskyns gávulutir at fáa, og í løtuni sýnir 5. flokkur í Fuglafjarðar skúla fram málningar í Ribarhúsi. Listaverkini hjá hesum smáu eru sera litfagrir og framsýningin avgjørt eina vitjan verd.